So lækkaðu oljuprísirnir aftur

Aftur hava oljufeløgini lækkað oljuprísin. Effo í gjár og Magn í dag

 

Ein litur av bensini kostar nú 14 krónur og 16 oyru. Tað er ein lækking upp á 25 oyru.

Ein litur av diesel kostar 13 krónur og 11 oyru, ein lækking upp á 19 oyru. Ein litur av húsarhaldsolju kostar nú 12 krónur og 38 oyru.  Ein lækking upp á 19 oyru.

Hóast fleiri príslækkingar, so eru prísirnir framvegis nógv hægri, enn teir vóru, tá Russland leyp á Ukraina 24. februar. 

Mest hevur tað gingið út yvir húsarhaldsoljuna, sum nú er 37,5 prosent dýrari, enn hon var 24. februar.

Fyri bensin og diesel er munurin ávikavist 22,7 prosent og 34,6 prosent.