So lat húsið upp

Húsið, sum stendur við havnalagið í Odense, ið skal knýta norðatlantisk bond, har virkið samstarv og menning innan vinnu, útbúgving, list, mentan og felagslív hevur fingið serligar góðar karmar í Det Nordatlantiske Hus.

Húsið, sum stendur við havnalagið í Odense, ið skal knýta norðatlantisk bond, har virkið samstarv og menning innan vinnu, útbúgving, list, mentan og felagslív hevur fingið serligar góðar karmar í Det Nordatlantiske Hus.

 

Edward Fuglø vann sær enn einaferð serliga stóra viðing við stásiliga veggjamálninginum, Svanadrotningin, sum er málað á veggin í eini av størru móttøkuhøllunum í bygninginum. Hetta er gáva frá Klaksvíkar býráð til bygningin, sum Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentarnevndini handaði Benny Nybo næstformanni í stýrinum fyri Det Nordatlantiske Hus.

 

Klaksvíkar kommuna og Odense eru vinarbýir og hevur í longri tíð verið samskifti og kunning um hesa bygging millum býirnar.

 

Føroyingafelagið í býnum skal í framtíðini halda til her saman við øllum hinum feløgunum frá Íslandi og Grønlandi. Sára Tummassardóttur, sum er forkvinna í Føroyingafelagnum í Odense, sær nú góðar møguleikar hjá felagnum.

 

Áðrenn reyðu, bláu og hvítu bondini vórðu klippt og húsið alment lat upp, vórður røður hildnar av borgarstjóranum í Odense, Anker Boye, Illugi Gunnarssyni, mentamálaráðharra í Íslandi, og umboði frá Grønlendsku sendistovuni í Keypmannahavn, Tove Søvndal. Eisini Sigmundur Ísfeld, føroyski sendiharri í keypmannahavn, bar kvøðu vegna Bjørn Kalsø, landsstýrismann.

 

Ein “erhvervsklubur” er knýttur at Norðatlantiska húsinum, sum Jørgen Peter Poulsen er formaður fyri. Hann hevur starvast í BankNordik, men er nú knýttur at Nykredit.

 

So nógv fólk høvdu leitað sær oman á bryggjuna, at tó húsið er rúmligt, so tyktist tað eina løtu ov lítið, so nógv fólk vóru komin at vera við til hátíðarhaldið.

 

Øll høvdu á munni tað frágera vakra og væl samansetta listaverkið, sum Edward Fuglø hevur málað. Hetta var ein sera góð samanrenning og heiðran av H. C. Andersen, Odense, Føroyum, Íslandi og Grønlandi, har tjóðareyðkennini høvdu góða rúmd.

 

Klaksvík kann vera errin av gávu síni, eins og vit eru tað sum móttakara, segði ein av ovurfegnu gestunum.

 

Jú, karmarnir kring eitt virkið felagslív hjá teimum meir enn 2000 føroyingunum og øllum hinum úr Grønlandi og Íslandi, sum búgva á Fjóni, eru góðir við hesum nýggja mentanarhúsinum.

 

Fleiri myndir síggjast í myndatema VIÐ AT TRÝSTA HER