10 ára gamli Høgni Kunoy Dávason hevur cystiska fibrosu. Cystisk fibrosa er ein arvalig sjúka. Hon rakar millum annað búking og lunguni og gevur sukursjúku.
Mánadagin var eitt innslag á Ultrastyrken á DR Ultra, við samrøðu við Høgna Kunoy Dávason. Í innslagnum greiðir Høgni frá, at hann einaferð um mánaðin skal til kanningar, og hesaferð sleppur kameraholdið hjá DR Ultra við honum og vinmanninum Jonathan Bramsen.
Høgni greiðir frá, at fyrr vóru livivánirnar hjá sjúklingum við cystiskari fibrosu einans 16 ár, men nú eru vánirnar væl betri, við nýggjum heilivági. Sjálvur nýtir hann tríggjar tímar um dagin at taka heilivág og tekur til tíðir yvir 100 ymiskar tablettir um dagin.
- Eg hugsi ikki so nógv um, at eg brádliga kann doyggja, tí eg veit, at so leingi eg taki heilivágin, so doyggi eg ikki, so tað óttist eg ikki, sigur Høgni Kunoy Dávason. Hann greiðir eisini frá, at hansara fyrstu liviár vóru nógv merkt av sjúkuni og at tað tók eina tíð, áðrenn sjúkan bleiv staðfest.
- Hvørt ár, eina ferð um árið, var eg um at doyggja. So funnu teir út av, hvat bagdi mær, sigur Høgni Kunoy Dávason.
Í sendingini sleppa vit við, tá lunguni og nøsin hjá Høgna verða kannaði. Høgni sigur millum annað, at hann fegnast um, at tað ikki sæst, at hann er sjúkur, tí so fær hann onga serviðferð frá øðrum.
Í innslagnum er ein longri samrøða við Høgna Kunoy Dávason og vinmannin hjá Jonathan Bramsen og tað sæst her. Innslagið við Høgna byrjar eftir 2 minuttir og 22 sekund.
Høgni hevur saman við mammu síni skrivað sangin "Hvide Kitler" um upplivingar sínar á á ríkissjúkrahúsinum.