Nú er nakað síðani, at Spískamarið var at síggja á føroyskum skíggjum, men menninir handan væl umtóktu matsendingina liggja kortini ikki á løtu síðuni.
Teir hava í staðin arbeitt við at selt sendingarnar til útlandið og nú tykist glið vera komið á. Herfyri gjørdist greitt, at SVT fór at senda sendingarnar í Svøríki, og nú er danska DR2 eisini farið av vísa føroysku sendingina. Sendingin er eisini at finna á svt.se og dr.dk.
Danska heitið á sendingini er Det færøske spisekammer.
- Matur, menniskju og náttúra - tað er ein sonn gleði, tá kokkurin Gutti Winther ferðast um landið fyri at finna nógvar av framúr góðu rávørunum, sum vaksa allastaðni á vøkru oyggjunum, skrivar DR í lýsing síni av sendingini.
Sendingarnar eru at síggja á DR2 sunnudag klokkan 10.50. Fyrsti partur var farna sunnudag. Vit onnur kunnu hyggja at sendingunum á spiskamarid.com.