Tað hava verið leysasøgur um tað í eina tíð, og í dag varð tað almannakunngjørt, at heimsins besti fótbóltsspælari, Cristiano Ronaldo, skiftir úr Real Madrid til Juventus. Hesi tíðindini hevur Real Madrid váttað á heimasíðu sínari.
Sáttmálin ímillum Juventus og 33 ára gamla Ronaldo er galdandi í fýra ár. Tað verður hildið, at tað hevur kostað Juventus umleið 750 til 800 milliónir krónur at keypa Ronaldo leysan úr Real Madrid, har hann hevur spælt síðani 2009.
Cristiano Ronaldo fær eina rimmar løn í Juventus. Hesi fýra árini, hann hevur bundið seg til Juventus, fer hann at tjena tilsamans 120 milliónir evrur. Tað gevur eisini eina rimmar mánaðar-, viku- og dagsløn, um tað verður umroknað:
Cristiano Ronaldo tjenar...
Um árið: 223.500.000 krónur
Um mánaðin: 18.625.000 krónur
Um vikuna: 4.656.250 krónur
Um dagin: 665.173,25 krónur
Um tíman: 27.714 krónur
Um minuttin: 464,80 krónur
Um sekundið: 7,67 krónur