Enska blaðið The Sun hevur í eini grein avdúkað hvussu nógv teir ymisku fótbóltsdómararnir í Premier League tjena. Hóast teir ikki tjena eins nógv sum spælararnir, so líða teir neyvan nakra neyð.
Blaðið skrivar, dómararnir í Premier League fáa smáar 900.000 krónur í grundløn um árið, og síðani leggjast takstir fyri hvønn dyst afturat. Fyri ein Premier League-dyst tjena dómararnir 450 pund, sum er umleið 4.400 krónur.
Teir, sum eru altjóða dómarar, tjena tó væl meiri, tí har fáa teir nevniliga javnan 40.000 krónur fyri ein dyst. Tað hevur við sær, at ein av altjóða dómarunum, Martin Atkinson, er best lønti dómarin í Onglandi.
Martin Atkinson dømdi í fjør tilsamans 48 dystir – 37 í Premier League og 11 altjóða. Hann tjenti tilsamans 1.476.897 krónur, og tað er sambært The Sun meiri enn David Cameron, forsætisráðharri, sum tjenar umleið 1.400.000 krónur um árið.
Næstbest lønti dómarin í Premier League er Mark Clattenburg, sum í fjør tjenti 1.472.486 krónur. Triðbest løntur er Michael Oliver. Martin Atkinson og Mark Clattenburg skulu í summar døma EM-endaspælið í Fraklandi.