So ríkur er Zlatan í Svøríki

Zlatan Ibrahimovic er milliardingur, men tó ikki millum 100 tey ríkastu í Svøríki.

 

 

Zlatan Ibrahimovic telist ímillum heimsins best løntu fótbóltsleikarar, og ein uppgerð hjá svenska Veckans Affäre vísir, at hann nú telist ímillum teir sviar, ið eru milliardingar.


Sambært Veckans Affäre, so eru tað 147 sviar, ið eiga meiri enn eina milliard svenskar krónur. Zlatan er júst sloppin á henda listan og er á 142. plássi. Hann eigur eina milliard.


Nógv tann ríkasti í Svøríki er stovnarin av IKEA, 88 ára gamli Ingvar Kamprad. Hann eigur ikki færri enn 550 milliardir, og tað er meiri enn tvær ferðir so nógv sum tann næstríkasti, stovnarin av Hennes & Mauritz, Stefan Persson.


Veckans Affäre vísir á, at Zlatan Ibrahimovic hevði átt væl fleiri pengar, um honum ikki dámdi so væl at brúka teir so lættliga upp á eitt nú ferðir við privatflogfari og dýrar bilar.


10 tey ríkastu og Zlatan Ibrahimovic:



1. Ingvar Kamprad - 550 mia, 88 ár, Älmhult, IKEA

2. Stefan Persson - 215 mia, 67 ár, Danderyd, Hennes & Mauritz

3. Hans Rausing - 89 mia, 88 ár, Sussex, Tetra Laval

4. Antonia Axelson Johnson - 59 mia, 71 ár, Upplands Väsby, Axel Johnson

5. Ane Uggla - 58 mia, 66 ár, Stokkhólm - AP Møller Maersk

6. Melker Schörling - 39 mia, 67 ár, Stokkhólm, Securitas

7. Frederik Paulsen - 35 mia, 64 ár, Lausanne, Ferring

8. Jörn Rausing - 30 mia, 53 ár, London, Tetra Laval

8. Finn Rausing - 30 mia, 58 ár, Stokkhólm, Tetra Laval

8. Kirsten Rausing - 30 mia, 61 ár, Suffolk, Tetra Laval

---

142. Zlatan Ibrahimovic - 1 mia, 33 ár, París, fótbóltsleikari