Seinasta døgnið eru 3785 koronukanningar gjørdar. Av hesum vóru 317 nýggir tilburðir staðfestir.
Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Hetta er harvið smittumet.
Gamla metið er frá 3. januar, tá 279 tilburðir vórðu staðfestir. Í gjár var talið av nýggjum tilburðum 209.
Øll tey 317 smittaðu hava fingið boð.
Sostatt eru tað í løtuni 1408 smittað, og ein er innlagdur.
Tilsamans eru 15 deyð við koronu í Føroyum.