So skoraði Paul Pogba

Premier League: Flestu favorittarnir vunnu

Manchester United, Manchester City, Tottenham og Liverpool vunnu øll sínar dystir í Premier League í dag, meðan Arsenal vann stórdystin móti Chelsea heldur lættliga 3-0.

 

Manchester United vann lættan 4-1 sigur á Leicester, sum als ikki er komið fyri seg eftir meistaraheitið farna kappingarár. Fyri Manchester United, so kom tað væl við, at Paul Pogba skoraði. Hann hevur verið fyri atfinningum, síðani hann bleiv heimsins dýrasti spælari.

 

Manchester City og Tottenham greiddu sín seting á útivølli, meðan Liverpool vann greiðan sigur á heimavølli móti Hull City. Everton kláraði ikki at halda fram við góðu gongdini, og tapti.

 

Stóri dysturin í dag var í London millum Arsenal og Chelsea. Her vann Arsenal heldur óvæntað ein lættan 3-0 sigur. Alexis Sanchez, Theo Walcott og Mesut Ozil skoraðu málini.

 

Premier League 6. umfar:

Manchester United 4 - 1 Leicester City

AFC Bournemouth 1 - 0 Everton

Liverpool 5 - 1 Hull City

Middlesbrough 1 - 2 Tottenham Hotspur

Stoke City 1 - 1 West Bromwich Albion

Sunderland 2 - 3 Crystal Palace

Swansea City 1 - 3 Manchester City

Arsenal 3 - 0 Chelsea