Meðan Cristiano Ronaldo hevur skorað mál fyri landsliðið og í Champions League, so hevur tað gingið strilti í nýggja kappingarárinum í La Liga. Í dag skoraði hann bara annað málið í sponsku landskappingini, tá Real Madrid vann 3-2 á Malaga.
Karim Benzema og Casemiro løgdu Real Madrid á odda 1-0 og 2-1, men báðu ferðirnar javnaði Malaga. Real Madrid hevur havt tað torført í landskappingini í ár, har Cristiano Ronaldo millum annað sat uttanfyri við leikbanni fyrstu dystirnar, og liðið tíggju stig aftanfyri oddaliðið Barcelona.
Tí hevði tað stóran týdning fyri bæði Real Madrid og Cristiano Ronaldo, at fáa gongd á, tá Luka Modric bleiv feldur í brotsteiginum hjá Malaga. Portugisiska heimsstjørnan brendi brotssparkið, men sendi returin í málið.
Hann hevur nú skotið tvey mál í níggju dystum, sum er ólíkt honum. Hinvegin hevur hann skotið 11 mál til saman í ár fyri Real Madrid, harav átta eru komin í Evropa. Í morgin tekur Valcenia ímóti FC Barcelona. Tað er tey bæði fremstu liðini í La Liga.
(Livescore.com)
1
12
29
34
2
12
21
30
3
13
14
27
4
13
11
27
5
12
2
22
6
12
7
21
7
12
3
18
8
13
-4
18
9
13
5
17
10
13
-3
17
11
13
-3
17
12
12
5
16
13
13
-2
15
14
13
-13
14
15
12
-6
13
16
12
-4
12
17
12
-8
11
18
13
-17
7
19
13
-15
6
20
12
-22
6