Tað skal ikki verða lætt hjá sýslumonnum at seta fyribils bann fyri grindadrápi í einum øki, sum longu hevurnokk av grind. Tað halda tey í Grindamannafelagnum, nú landsstýrið ætlar at broyta grindareglugerðina. Ein broyting er, at landsstýrið kann loyva einum sýslumanni at lýsa fyribils bann fyri grindadrápi á eini ávísari hvalvág í tríggjar mánaðir í senn. Hetta kann gerast tá ið sýslumaðurin metir, at tey í einum grindaøki hava fingið nóg mikið av grind frammanundan.
Men grindamannafelagið heldur, at áðrenn bann verður sett fyri grindadrápi í einum ávísum øki, skal grindin bjóðast fram til onnur grindaøki. Tað merkir, at onnur grindaøki, har tað ikki er nokk av grind, skulu fáa møguleikan at biðja um, at grindin verður dripin, so at tey kunnu fáaa hana.
Landsstýrið vísir á, at er nokk av grind í Suðuroy, er ov langt at fara aðrastaðni við henni. Men Grindamannafelagið vísir á, at flest alla aðrastaðni í landinum er tað gott samband í millum grindaøkini í landinum. Tískil eigur teinurin ímillum Suðuroynna og restina av landinum, ikki verða avgerandi fyri at onnur grindaøki kunnu gera avtalu sínámillum um grindabýti, áðrenn eitt bann verður lýst.
– Grindabýti í Suðuroy eisini serstakt við, at øll oyggin fær part, sjálvt um fólk ikki hava biðið um at fáa part og hóast fólk ikki sjálvi hava verið í grind. Hetta serstaka býti kann eisini verða ein orsøk til, at tað ikki verður tikið upp, tá tað er nokk av grind, heldur Grindamannafelagið.