Fótbóltur
Eftir eitt vár, har alt í løtum gekk av skriðjuni til, stóð nógv upp á spæl, tá Fremad Amager skuldi spæla móti Brabrand um upp- og niðurflyting.
Men við 1-0 sigri í útidystinum mikukvøldið varð av álvara lagt upp til fótbóltsveitslu á Sundby Stadion leygardagin, tá retur-dysturin stóð á skránni. Og her má sigast, at spælararnir livdu upp til álitið, sum teir á leið 2.400 áskoðararnir høvdu sett á liðið.
Og tá Anders Jochumsen eftir bert trimum minuttum skoraði til 1-0, stóð dagurin í bláum og hvítum teknum. Brabrand, sum legði dentin á langar bóltar fram til stóru áleypararnar, megnaði als ikki at fylgja við kvika spælinum hjá heimaliðnum, og tá Mohammed Abdals stutt fyri steðgin økti um leiðsluna, var at kalla leyst og liðugt.
Eftir steðgin kom samlaði sigurin ongantíð í vanda. Væl hýrdu áskoðararnir sungu at kalla lunguni úr sær, og tá Dennis Holmberg so staðfesti sigurin móti dystarloki, kundu fyrstu áskoðararnir gera seg til reiðar at renna inn á vøllin. Og so hevði tað minni at týða, at onkur teirra ikki hevði klæðini á sær, tá rennitúrurin byrjaði.
Ikki alt at siga
Tá Fremad Amager fór undir fyrireikingarnar til kappingarárið, varð uppflyting sett sum avgjørt mál. Men hóast hetta, so sigur Todi Jónsson, stjóri, at hendan í sær sjálvum ikki var altavgerandi fyri framtíðina hjá FC Amager.
- Tað var tað ikki. Hóast royndin skuldi miseydnast hesaferð, so hevði tað ikki gjørt Amager minni. Her búgva framvegis fleiri hundraðtúsund fólk, og potentialið er framvegis líka stórt. Men fyri momentið í tí, sum vit hava gongd í, var uppflytingin sjálvandi týdningarmikil. Hon ger, at optimisman, sum vit hava merkt, framvegis er í felagnum, og tað eru vit fegin um, sigur Todi Jónsson.
Men fyri bara tveimum mánaðum síðani var tann optimisman eitt sindur trupul at síggja?
- Ja. Vit høvdu eina periodu, har tað gekk minni væl. Vit taptu tríggjar dystir á rað, og so streyk Roskilde avstað í oddinum, og tað legði sjálvandi trýst á. Í play-off dystunum er møguleikin ikki meira enn 50/50, men tíbetur vóru vit rættiliga sannførandi, nú vit spældu móti Brabrand, sigur Todi.
Eingin styrkur her og nú
Komandi kappingarárið er beint handan hornið, men hóast hetta verður í eini hægri deild, so er styrkur á spælarasíðuni ikki tað, sum Todi og hinir í leiðsluni hugsa mest um.
- Fyrst og fremst hyggja vit at hópinum, sum vit hava, og í útgangsstøðinum skulu hesir hava møguleikan, nú teir hava spælt okkum upp. Talan er um ungar spælarar, sum nú skulu prógva, at teir kunnu vaksa við uppgávuni, og tað vóni eg, at teir gera. Hinvegin hava vit mist eitt nú Andreas Mortensen, so tað er væl møguligt, at álopið verður styrkt. Men her og nú eru vit ikki í ítøkiligum samráðingum við nakran spælara, sigur Todi Jónsson.