Søgufrøðingar vísa aftur søgum um Anker Jørgensen

Sambært Mette Frederiksen, forkvinnu í danska Javnaðarflokkinum, skeyt Anker Jørgensen upp, at hægst 5.000 útlendingar skuldu sleppa at flyta til Danmarkar um árið. Men hesum vísa søgufrøðingar aftur.

 

Mette Frederiksen vísir ofta til hesa útsøgn frá undanmanni sínum, á hon skal verja málið hjá flokkinum um, at tað átti at verið eitt mark fyri, hvussu nógvum útlendingum Danmark skal taka ímóti.

 

– Anker sigur tað longur í 80'unum. Hann skeyt upp konkret, at tað hægst máttu koma 5.000 higar um árið, segði hon á eini bókamessu í fjør.

 

Men tað er ikki rætt, skrivar Jyllands-Posten í dag.

 

– Eg havi ikki funnið spor í keldunum, sum vísa, at Anker Jørgensen stóð aftan fyri uppskotið, sigur Heidi Vad Jønsson, adjunktur við SDU. Hon hevur granska í søguni hjá Javnaðarflokkinum um innflytarapolitikk.

 

Mattias Tesfaye, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkinum, hevur júst givið út bók um útlendingapolitikki gjøgnum 50 ár. Hann váttar, at »tað ikki var Anker sjálvur, sum kom við uppskotinum«.

 

Uppskotið kom í eini stórari frágreiðing frá eini nevnd í Javnaðarflokkinum, sum hevði ymsa politiskar stramningar í 1987.

 

Fundarfrágreiðingar vísa, at floksleiðslan ikki var samd, og at Anker Jørgensen sjálvur mælti til, at málið varð útsett.

 

Sutt eftir fór hann frá sum formaður, og uppskotið gjørdist ongantíð almenni politikkur floksins.

 

Stóra frágreiðingin varð likin til miðlarnar fáar dagar fyri valið í september í 1987. Tað elvdi til spurningar til Anker Jørgensen.

 

Hann svaraði, at »vit mugu ansa eftir, so vit ikki verða ovurrend, tí tað er mark fyri, hvussu nógvum flóttafólkum eitt lítið land sum Danmark kann taka ímóti«.

 

Hetta sitatið brúkar leiðslan í Javnaðarflokkinum í nógvum kjakinnleggum fyri at greiða frá, at ein reyður tráður er beinleiðis frá fyrimyndini hjá Javnaðarflokkinum til politisku linjuna í dag.

 

– Tað er at taka í so dýran til at gera hetta til essensin í útlendingapolitikkinum hjá Anker Jørgensen. Tað var ikki ein strategi hjá flokkinum, og var nærmast bara tutl í krókunum, tá hann skuldi sigla millum skerini millum borgarstjórar og fólkatingsbólk, sigur NIels Wium Olesen, lektari og søgufrøðingur við Aarhus Universitet.

/ritzau/