Søgukvøld í Mettustovu

Tíðindaskriv

Mánakvøldið 16. febr. kl. 20 verður søgukvøld í Mettustovu, har Ásla Weihe fer at siga frá ymiskum úr Føroya søgu í seinnu helvt av 18. øld. Fyrilesturin eitur: Tíðarmyndir úr Føroyum seinast í 1700-talinum.

Annars nærkast 8. mars, altjóða kvinnudagurin, og vit kunnu tíbetur boða frá, at Berit Ås, kenda norska kvinnustríðskvinnan, hóast alt kemur til Føroya um miðjan mars.

Sunnudagin tann 15. mars skipar KSF, Kvinnufelagasamskipan Føroya, fyri tiltaki í Sjónleikarhúsinum í Havn, og mikukvøldið 18. mars verður fyrilestur í Mettustovu.

Sjálvur kvinnudagurin er tó ikki gloymdur, og ætlanin er at skipa fyri eini kvinnucafé leygarkvøldið 7. mars og inn í sunnunáttina 8. mars.

Lýst verður nærri við tíð, staði og evnum.