Søkja stjóra til nýggja háskúlan

Tað hava verið ávísir avbjóðingar við at fáa gongd á Føroya fyrsta ítróttaháskúla í Suðuroynni, men stigtakararnir hava ikki givið upp. Tvørturímóti verður nú søkt eftir einum persóni, ið skal standa á odda fyri Ítróttarháskúlanum í Suðuroy.


Nýggi stjórin tekur við ovastu leiðslu av einum háskúla, ið er ætlaður ungum, sum eru liðug við fólkaskúlan, tvs. ungum, sum eru 17 ár og eldri.


Av tí at talan er um ein nýggja skúla, so er talan um eitt arbeiði, har avbjóðingarnar spenna víða, og tað endurspeglast í starvslýsingini.


Umframt at skulu hava ábyrgdina av fíggjarstýring og fyrisiting skúlans, fakliga og námsfrøðiliga innihaldinum í Háskúlanum og luttaka í undirvísingini, so skal viðkomandi, ið fær starvið, verða við til at byggja upp ein nýggjan ítróttarháskúla í Føroyum, menna og skipa spennandi undirvísingarætlan fyri Háskúlan, skipa eitt spennandi háskúlatilboð, skipa eitt spennandi og avbjóðandi arbeiðspláss og marknaðarføra og virka fyri at nýggir næmingar koma á Háskúlan.


Vænta verður av teimum, ið søkja starvið, at tey hava leiðsluroyndir, hava áhuga fyri og royndir innan ítrótt, royndir við at arbeiða við ungum fólki, gongur undan í at nýskapa og menna nýggja skúlatilboðið og býr í nærumhvørvinum.


Leiðarastarvið er lønt í 34. lønarflokki sambært sáttmálanum hjá Felag Tænastumanna Landsins (í løtuni 37.032,54 kr. + eftirløn og frítíðarískoytið).


Eftir ætlan, so verður viðkomandi settur skjótast til ber.