Sølvi er nýggjur í lítlum felag

Hann er tann 11., sum á føroyska landsliðnum røkkur 60 landsdystum

Hóast tað hevur verið rættiliga illfýsið í nátt, í morgun, fyrrapartin og eisini nú tíðliga seinnapartin, so sær tað út til, at veðrið ikki verður so heilt galið, tá ið fyrsta bríksl verður á Tórsvølli klokkan 19.45, har Føroyar fara at spæla ímóti Turkalandi.

 

Forsøgnin sigur, at ættin verður vestan inntil klokkan 19, tá ið hann hækkar upp í útnyrðing og kanska eitt vet hægri enn tað. Vindferðin verður 14 – 15 metrar um sekundið, og tað verður turt inntil klokkan 21. Hitin lækkar úr 10 og niður í 7 hitastig.

 

Høgættin er góð í høvuðsstaðnum, og tað er góð lívd á Tórsvølli, so líkindini vera kanska ikki so galin, sum tað í løtuni sær út til, at tey kunnu fara at verða.

 

Sølvi Vatnhamar verður í kvøld millum teir fyrstu 11. Hetta verður 60. ferðin, at hann fer at umboða føðilandið. Sølvi sá beinleiðis reytt kort, tá ið Føroyar 7. juni taptu 1-0 á heimavølli ímóti Luksemburg. Hann hevur verið leikbannaður tíggjar tær seinastu ferðirnar – Litava (h) 2-1, Luksemburg (ú) 2-2 og Litava (ú) 1-1.

 

Fyrsta ferðin, at 36 ára gamli Sølvi Vatnhamar var á landsliðnum var 19. november 2013, tá ið Føroyar taptu vinardyst ímóti Malta 3-2. Tá avloysti víkingaspælarin í 71. minutti Klæmint A. Olsen.

 

Sølvi Vatnhamar er 11. føroyski spælarin, sum røkkur 60 landsdystum.

 

Av hinum 10, sum hava umboðað Føroyar fleiri enn 60 ferðir, eru tríggir aðrir á listanum í kvøld. Teir eru Viljormur Davidsen, sum í kvøld verður á landsliðnum fyri 62. ferð. Harvið fer hann framvið Jákup á Borg (61 landsdystir) og leggur seg undir liðina á Juliani Johnsson (62 landsdystir). Gunnar Nielsen, sum hevur spælt 69 landsdystir, verður á beinkinum í kvøld, og Jóan Símun Edmundsson verður í kvøld á landsliðnum fyri 77. ferð. Tað eru bara Fróði Benjaminsen (95) og Óli Johannesen (83), sum hava verið oftari á landsliðnum enn Jóan Símun Edmundsson.

 

Fróði Benjaminsen95
Óli Johannesen83
Jóan Símun Edmundsson76
Jákup Mikkelsen73
Hallur Hansson72
Gunnar Nielsen69
Jens Martin Knudsen65
Julian Johnsson62
Jákup á Borg61
Viljormur Davidsen61
Sølvi Vatnhamar59
Atli Gregersen59