Søtur heimasigur á Svangaskarði

Eftir brotssparksmál beinanvegin eftir steðgin runnu heimamenninir fuglfirðingar niður

Mynd: B68

Á ólavsøku var lagið gott á fuglfirðingum, sum á Tórsvølli vunnu ímóti TB, og á ólavsøku var lagið alt annað enn gott á toftamonnum, sum taptu á Argjum.

 

Í dag vendir tað heilt øðrvísi. ÍF ryggar til at fara av Svangaskarði, eftir at fuglfirðingar hava lagt rygg til 3-1 tap. Í heimaleguni fegnast tey um sigurin, sum ber við sær, at B68 flytur av 9. plássi og fram á 7. plássið. B68 hevur 14 stig, og ÍF er nú undir strikuni við 12 stigum.

 

Steinur oman á byrðu hjá ÍF er tað, at ein av lyklaspælarunum, Tóri Nolsøe Olsen, verður leikbannaður, tá ið HB um eina viku verður gestur í Fløtugerði. Tóri Nolsøe Olsen sá fimm minuttir undan leikloki gula kortið fyri aðru ferð.

 

Undan steðginum kendust spælararnir vera strongdir, og tað var nógv og skjótt aftur og fram.

 

Tíggju minuttir undan steðginum vann B68 brotsspark, sum miðvallarin Alex Mellemgaard umsetti til 1-0, og so hevði heimaliðið betri tak á spælinum. Sebastian Lau Nielsen, sum undan steðginum var fremsti maður, var eftir steðgin eyðsýndur miðvallari, og tað var hann, sum við fínum fluktara økti um munin til 2-0. Tá ið innskifti Villiam Emil Klein so við skoti av brotsteigarmarkinum økti um munin til 3-0, kendist stórsigur til heimaliðið ikki at vera so langt burtur.

 

Eftir innlegg úr høgru minkaði Hans Jákup Lervig um munin til 3-1, og tað varð tað.

 

ÍF spælararnir vístu ikki tað í dag, sum teir vístu í ólavsøkusigrinum ímóti TB. Teir vóru ov fáir, tá ið teir fóru í álop, og ofta var Jhon Mena Perez rættiliga einsamallur, og tað var ikki frítt, at tað sá út til, at heimamenninir vóru betri fyri enn mótstøðumenninir

 

B68 sigurin man kennast øgiliga kærkomin, og kanska hann fer at bera við sær, at spælararnir ikki vera so bundnir og kroystir næstu ferð. Tað verður, tá ið 07 Vestur annan sunnudag verður gestur á Svangaskarði.

 

 

 

B68 – ÍF 3-1 (1-0)

 

1-0: Alex Mellemgaard br

 

2-0: Sebastian Lau Nielsen

 

3-0: Villiam Klein

 

3-1: Hans Jákup J. Lervig

 

Dómari: Kári J. á Høvdanum

 

B68: Benjamin Schubert – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ó. Jensen, Hjalti Strømsten (Villiam Klein, 46.), Bárður Ó. Jensen – Gilli Samuelsen (Esmar P. Clementsen,77.), Alex Mellemgaard, Ragnar Samuelsen – Mohamed Samba, Sebastian Lau Nielsen (Bartal Páll Klein, 78.), Hanus Højgaard

 

Gult kort: Ragnar Samuelsen, Sebastian Lau Nielsen,

 

ÍF: Tóri Traðará – Tóri Nolsøe Olsen, Karl Løkin, Jan Ó. Ellingsgaard – Elias J. Lervig, Jóhann J. Højbro (Ruben Møller Nielsen, 62.), Elvio Gelmini, Gundur E. Petersen, Hans Jákup J. Lervig – Jhon Mena Perez, Dánjal á Lakjuni

 

Gult kort: Elvio Gelmini, Jhon Mena Perez, Tóri Nolsøe Olsen

 

Reytt kort: Tóri Nolsøe Olsen 85. (2 gul)

 

 

 

Mynd: B68