FYRI 20 ÁRUM SÍÐANI
Fyri akkurát 20 árum síðani var fólkatingsval. Hin 8. desember í 1981 skuldi Fólkatingið mannast av nýggjum. Anker Jørgensen, forsætisráðharri, hevði skrivað út nýval, tí meiriluti fekst ikki fyri fíggjarlógaruppskotinum hjá javnaðarstjórnini. Veljararnir skuldu tí gera av, um Javnaðarflokkurin og stuðulsflokkar hansara, m. a. Socialistiskt Folkeparti, Retsforbundet og Centrums Demokraterne, fingu meiriluta í Fólkatinginum, ella um teir borgarligu við Poul Schlüther úr Konservativa flokkinum fingu meiriluta.
Veljararnir í Føroyum skuldu gera av, um táverandi løgmaður, Pauli Ellefsen úr Sambandsflokkinum, og táverandi fólkatingsmaður Javnaðarfloksins, Jákup Lindenskov, skuldu afturveljast. Pauli Ellefsen varð fyrstu ferð valdur í 1977, og í 1979 setti hann atkvøðumet við 3.681 persónligum atkvøðum.
Jákup Lindenskov varð fyrstu ferð valdur á Fólkating í 1979 við 1255 persónligum atkvøðum, og loysti hann av Johan Nielsen, sum ikki stillaði uppaftur. Tann fólkakæri Johan Nielsen hevði umboðað Javnaðarflokkin á fólkatingi síðani 1960.
Um valið skrivaði Sosialurin 9. desember 1981:
»Næstan hevltin av teimum 30.097 fólkunum her í Føroyum, sum týsdagin høvdu valrætt til Fólkatingið, vil lata onnur um at avgera, hvør skal umboða okkum á Danatingi.
Hetta vísir valluttøkan: 55,2%. 16.617 fólk, 18 ár og eldri, brúktu rættin og valdu. Og 4.393 valdu Sambandsflokkin, 4.071 Javnaðarflokkin, 3.442 Tjóðveldisflokkin, 3.068 Fólkaflokkin, 866 Sjálvstýrisflokkin og 777 halda, at Framburðs- og Fiskivinnuflokkurin er best egnaður at umboða Føroyar á Christiansborg.
Pauli Ellefsen og Jákup Lindenskov blivu báðir afturvaldir við ávikavist 1.843 og 1.554 atkvøðum.
Áhugin fyri hesum fólkatingsvalinum hevur ikki verið tann stóri, og eingin hiti hevur verið í valstríðnum. Tað var tí ongantíð roknað við plásstroti í valhølunum týsdagin.
Øðrvísi var, tá veljast skuldi til Fólkatingið 23. oktober í 1979. Tá gjørdist luttøkan størri enn væntað, 65,5%. Til valið 1. mars 1977 var luttøkan 62,9%.
At luttøkan gjørdist rættuliga stór í 1979 var ivaleyst, tí lagt var upp til eina styrkiroynd millum landsstýrið og andstøðuna. Landsstýrisflokkarnir vunnu.
Nú er landsstýrið eitt annað. Teir tríggir flokkarnir, sum nú eru í landsstýrinum (Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin) fingu tilsamans 8.327 atkvøður, ella 50,1%. Flokkarnir í andstøðu fingu tilsamans 8.290, ella 49,9%. Minni kann munurin ikki vera.«
Anker Jørgensen og stuðulsflokkar hansara vunnu valið í Danmark, og javnaðarstjórnin helt fram. Men teir rendu seg aftur í trupulleikar árið eftir, tá teir radikalu ikki vildu taka undir við eini inntøkulóg. Stjórnin legði tá frá sær, og teir borgarligu við Poul Schlüther á odda tóku við ? tó uttan at val var útskrivað.
Topp 10 listin til fólkatingsvalið 1981:
1. Pauli Ellefsen 1.843 (3.681 ? 1.838)
2. Jákup Lindenskov 1.554 (1.255 + 299)
3. Jógvan Sundstein 1.171 (1.663 ? 492)
4. Erlendur Patursson 1.075 (1.386 ? 311)
5. Johs. M. Olsen 760 (465 + 295)
6. Vilhelm Johannesen 706 (762 ? 56)
7. Sverre Midjord 482 (607 ? 125
8. Hilmar Bech 427 (634 ? 206)
9. Hilmar Kass 425 (296 + 129)
10. Hergeir Nielsen 380 (315 + 65)