Sofía vann Teaterpokalina

Virðislønin fevnir um 50.000 krónur og silvurpokal.

Sjónleikarin Sofia Nolsøe Mikkelsen vann í gjár týdningarmiklu donsku leiklistavirðislønina, Teaterpokalen. Teaterpokalen er elsta leiklistavirðislønin í Danmark og tó, at aðrar virðislønir eru bæði størri og pengasterkari, er Teaterpokalen ein serliga týdningarmikil og vird virðisløn. Olaf Johannessen fekk hesa virðislønina í 2014, og nú fekk Sofía Nolsøe hana.

 

Teaterpokalen varð stovnað sum leiklistavirðisløn í 1933 og orsøkin til hennara stóra tign er m.a., at tað eru fakfólk, ið lata hana. Tað er “Foreningen Danske Teaterjournalister”, sum á hvørjum ári lata virðislønina, ið nógvir týdningamiklir danskir sjónleikarar hava fingið, t.d. Liva Weel, Osvald Helmuth, Clara Pontoppidan, Ghita Nørby, Bodil Jørgensen og Lars Mikkelsen m.a.

 

Soleiðis skrivar Kinna Poulsen, listaummælari, á listaportal.com.

 

Sofía Nolsøe Mikkelsen var tilnevnd fyri sín leiklut í Når vi døde vågner og A Clockwork Orange á Aarhus Teater. Virðislønin fevnir um 50.000 krónur og eina silvurpokal.

 

Meira kann lesast  á Sofía vann Teaterpokalina! — Listaportal