Tað varð ikki lagað Sofusi leingi at gleðast saman við konuni og familjuni um, at nú vóru viðurskiftini í ættarliðsskiftinum í felagnum, sum hann fór undir í august í 1969, komin í rættlag, soleiðis at hann nú kundi taka sær meiri av løttum og hava betri stundir til alt annað, sum hann var áhugaður í.
Tveir dagar fyri jól, mánadagin 22. desember, vóru boð eftir Sofusi. Mitt í stákanini til jólini, sum hann og konan gleddu seg so serliga nógv at halda saman við allari familjuni, ið nú var savnað, var tíðarskeiðið hjá honum brádliga liðugt, og triðja jóladag fylgdi stórur skarði honum til gravar.
Sofus var klaksvíkingur. Barnaheimið var undir Heygnum, sunnanfyri hjá Elduvíks Jógvani ella Heinesen, sum Sofus plagdi at siga, at tey har í
grannalagnum nevndu merkismannin. Mamman var Dagmar, sum var ættað uttan av Oyri, dóttur Samuel Michael Matras, festara í Uppistovu, og Carolinu Sofíu, sum var úr Niðristovu í Gerðum. Pápin var Hans Jacob Jacobsen, sum var ættaður av Grønu skriðu á Skipanesi. Foreldrini hjá honum vóru Elsebeth Maria, sum var úr Beitinum í Mikladali, og Tummas Jacobsen á Skipanesi.
Dagmar gekk í fisk hjá Kjølbro. Tey fyrru árini á Stongunum og seinni á Kósini. Hans Jacob var sjómaður. Hann sigldi nógv við trolarum, og tey seinnu árini var hann ofta við norðmonnum. Tey bæði fingu fimm børn:
Elsebeth Maria, fødd í 1928, Anna Malena, fødd í 1929, Julian, føddur í
1930, Sofus, sum var føddur 2. mai í 1935 og var uppkallaður eftir
pápabeiggjanum, ið gekk burtur við Immanuel í 1932, og Karl, sum var føddur í 1936. Mia doyði longu í 1962, Karl doyði í 1996, og Sofus var 68, nú boð vóru eftir honum. Annelena og Julian búgva bæði í Klaksvík.
Sofus lærdi jarnsmíð í smiðjuni hjá Hálvdan Olsen. Hann sigldi eitt sindur bæði undan og eftir, at hann lærdi til motorpassara og maskinist í Klaksvík. Teir á Stongunum høvdu postbátin Immanuel, sum sigldi úr Klaksvík, norður í Haraldsund, til Múla, Viðareiðis, bygdirnar í Hvannasundi og Svínoyar og Fugloyar og eisini til Árnafirðar. Sofus plagdi onkra ferðina at loysa av har umborð, og so var hann onkran túrin við trolaranum Dragabergi. Áðrenn hann fór undir víðari útbúgving var hann hálvt annað ár hjá Lauritsen reiðarínum.
Í 1957 fór Sofus til Keypmannahavnar við tí avgjørda málinum at gerast verkfrøðingur. Málinum røkk hann í 1961, og síðani arbeiddi hann hjá donskum ráðgevarafeløgum í átta ár, áðrenn hann í 1969 flutti til Havnar og fór undir sítt egna virki. Meðan hann rak egið virki, var Sofus í tveimum
umførum nevndarlimur í FRI, sum er felagið hjá ráðgevandi verkfrøðingum í
Danmark. Sofus, sum serliga hevði við HVS økið at gera, var spakur,
nærlagdur og dugnaligur. Tá ið hann legði frá sær sum stjóri, varð sagt, at
virkið í tíðini síðani 1969 hevði verið við í fleiri enn 500 smærri og
størri verkætlanum
Meðan Sofus var undir útbúgving í Keypmannahavn, hitti hann í samkomuni í Thorsgade Agnas, dóttur Jóhonnu og Hans Sundstein í Havn. Hon lærdi til sjúkrasystur í danska høvuðsstaðnum. Tað rann saman teirra millum, tey giftust í 1959, og tey eiga fýra børn: Árni, Bjarni, Finn og Elin, sum er sjúkrasystur og býr í Keypmannahavn. Dreingirnir búgva allir í Havnini, og teir eru allir verkfrøðingar. Umframt Árna arbeiðir Bjarni eisini í partafelagnum Sofus M. Jakobsen, og Finn er verkfrøðingur hjá SEV.
Sofus fylgdi væl við í samfelagsviðurskiftum. Eisini í heimbygdini, har hann tíðum vitjaði familjuna. Fyri fáum árum síðani greiddi hann fegin frá um ferð til Klaksvíkar, har hann á samkomu í KÍ høllini hevði hitt fleiri av teimum, sum hann hevði spælt fótbólt saman við, áðrenn hann fór úr Klaksvík.
Á ungum árum fekk Sofus andaligu sannføringina, sum hann grundaði sítt lív á. Hann og Agnas høvdu sína dagligu gongd í Ebenezer, og tey hava verið uppi í so nógvum av greinunum av arbeiðnum í og út frá samkomuni. Ikki minst henda partin av virkisøkinum tóktist Sofus nýta alt meiri tíð til, nú yngra ættarliðið hevði tikið yvir í fyritøkuni hjá pápanum. Nú vísti tað seg, at hetta síðsta tíðarskeiðið á lívsleiðini hjá Sofusi varð so sera stutt.