Sokkar í alskyns litum og mynstrum altíð eitt hitt

- Eg elski jólini, og tíbetur hava konan og døturnar tað á sama hátt. Pyntað verður tíðliga, sigur Magnus Pauli West 

 

Hvar verða jólini hildin í ár? 

- Í ár verða vit hjá verforeldrunum í Vági jólaaftan. Verfamiljan er stór; her savnast foreldrini og systkini við makum og ommu-og abbabørn. So vit verða 17 í tali.

Tað sigur Magnus Pauli West.

Hann vísir á, at tey skiftast annaðhvørt ár um at verða saman við hansara familju og verfamiljuni. 

- Í ár verða vit 1. jóladag aftur hjá mínum verforeldrum og familjuni, og 2. jóladag verða vit á Tvøroyri saman við mínum foreldrum.  

Hvat verður etið um jólini? 

- Jólaaftan er altíð dunna og gás á borðinum saman við brúnari sós, eplum, taffelkips, reyðkáli og øllum tí, sum hoyrir til jólaborðið. 

Magnus Pauli vísir á, at eftir at jólagávurnar eru latnar upp, eta tey rísalamande.  

- 1. jóladag bjóða verforeldrini fleskasteik við øllum góðum afturvið. Hjá mammu og babba fáa vit altíð ræst kjøt og skerpikjøt, eplir og annað gott 2. jóladag. 

Hann sigur, at øll jólini eisini eru merkt av tí søta. 

- Tú gongur teg í karamellur, jólabrús, marsipankonfekt og góðgæti allastaðni, men tað hoyrir eisini jólunum til, sigur hann brosandi. 

Hevur tú eitt jólagávuynski? 

- Eg havi ikki tey stóru jólagávuynskini, men sokkar í alskyns litum og mynstrum eru altíð eitt hitt, og mær dámar væl at fáa bøkur. 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg? 

- Eg elski jólini, og tíbetur hava konan og døturnar tað á sama hátt.

Magnus Pauli sigur, at pyntað verður tíðliga í november, og familjan roynir at geva sær stundir til tað, sum hoyrir jólunum til. 

- Hetta merkir eisini, at vit royna at seta tempo’ið niður í gerandisresinum. Tað eydnast kanska ikki altíð, men tá tað eydnast, eru dagarnir í desember sera góðir.  

Hann ásannar, at jólini eru full við góðum minnum, siðum og hendingum – nakað, sum hann ynskir at geva víðari til síni børn. 

- Annars haldi eg, at jólini handla um hugna - at njóta høgtíðina saman við teimum nærmastu, at reflektera um árið, sum næstan er liðugt og um árið sum kemur, sigur Magnus Pauli West.