Heri Mohr
Í Dimmalætting nr. 129 (9.7.07) hevur Kim Simonsen (KS) eina samrøðu við Jóhannu Andreasen (JA) um ”yvirskot og eitt simpult lív?”
Hóast greinin (samrøðan) er drúgv og útdjúpandi, hevur hann, ið hetta skrivar, ikki skilt eitt kvakk av samrøðuni. Hon hevur lagt eftir seg eina kenslu av frustratión og egnum býttleika, - og tað sigur ikki so lítið.
Við einum fimm-viku skeiði á baki kanst tú kalla teg ”certificeraðan lívscoach”, og um tú vilt taka útbúgving sum ”master í coaching”, tekur tað í minsta lagi fimm ár. Men nógv er at velja í: systemiska coaching, NLP (?hm) coaching, psykodynamiska coaching, kognitiva coaching o.a.m. Av samrøðuni framgongur, at JA er HR-mennari (?hm) hjá Eik Banka, har tað kognitiva er betur skikkað enn t.d. tað filosofiska. Skal hetta skiljast soleiðis, at starvsfólk í Eik Banka fáa kognitiva terapi, sum í stóran mun ávirkar og broytir fatan av og hugsan um umheimin og ein sjálvan, og at framtíðin er treytað av kenslum og gerðum ?
Í samrøðuni fáa vit eisini at vita, at nógvir føroyingar hava hjálp fyri neyðini fyri at fáa javnvág millum ”karrieru, frítíð og familjuna.” Løgið, at arbeiði ikki sleppur við í hesari javnvághjálp. (Karriera merkir vanliga succes í starvi.) Vit fáa eisini eitt og annað at vita um strongd (stress), sum ”telefonir og teldupostur skapa.” Tað kann væl vera, men strongd ger vart við seg á so mongum økjum í mannalívinum og djóralívinum. Nútíðarmenniskjað er t.d. í stóran mun plágað av strongd orsakað av áhaldandi nýggjum teknologiskum og økonomiskum krøvum til tað einstaka individið, og hetta kann, sum frálíður, geva óheppnar kenslur av ikki at vera komin á ta ”røttu hillina”.
Men JA vil vera við, at strongd er ikki smart! Og enska hugtakið simple living sigur hon vera analogt við ynskið hjá fólki: ”eg ynski at liva meira simpult.”
Er hetta ikki nakað nógv av tí góða?
Í stuttum kann sigast, at støðið í samrøðuni ”Yvirskot og eitt simpult lív?” er so fløkjasligt - eitt nú við sokratiska spyrjiháttin, tí Sokrates hevði leiklutin sum jarðarmóðir - at tað mest av øllum kann minna okkum um scientology traktat.
KS spyr jú eisini í samrøðuni, um coaching ikki er eitt slag av trúgv. Ber ikki til at lýsa hetta fyribrigdi gjøllari, so vanligi lesarin skilir, hvat ”coaching” snýr seg um ?