Hin 4. september í ár fyllir Skálafjarðar Sløkkilið 47 ár. Henda dagin í 1974 møttust umboð fyri Skála kommunu, Sjóvar kommunu, Runavíkar kommunu og Nes kommunu á kommunuskrivstovuni á Skála til at umrøða sløkkiliðsmál.
- Eingi amboð vóru tá kring fjørðin til eldsløkking, men Skála kommuna hevði í boði at fáa ein sløkkiliðsbil frá A/S H. Meisner-Jensen í Keypmannahavn fyri slakar 300.000 krónur. Burtur úr fundinum kom Skálafjarðar Sløkkilið, og tær fýra kommunurnar samdust um at keypa umrødda bil, og politisk semja gjørdist í sama viðfangi um at keypa eina brandpumpu, sum skuldi hava støð í Runavík.
Soleiðis verður greitt frá á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu um upprunan til Skálafjarðar Sløkkilið. Lagt verður aftrat, at í dag varða tríggjar kommunur av sløkkiliðnum. Fjórða hvørt ár, eftir at kommunuval hevur verið, verður stýrið fyri sløkkiliðið valt við umboðum fyri kommunurnar.
Týsdagin var so skipanarfundur hildin á kommunuskrivstovuni á Toftum, og stýrið fyri Skálafjarðar Sløkkilið skipaði seg eftir uppskoti frá borgarstjóranum í Runavíkar kommunu - við Súna í Hjøllum sum formanni og Arturi Johansen sum næstformanni.
Hini politisku umboðini eru Tórbjørn Jacobsen, Terje Beinar Vestergaard og Pauli Poulsen, sum allir umboða Runavíkar kommunu. Hans L. Djurhuus umboðar fútaembætið í stýrinum. Við á fundinum vóru eisini tilbúgvingarleiðarin og varaleiðarin, Sunleiv Højgaard og Vilhelm M. Olsen.