Soleiðis endaði Odmar í HamKam

Góðar kontaktir, Glenn Ståhl og góðir landsdystir gjørdu sín mun

Um vikuskiftið skifti 29 ára gamli Odmar Færø til HamKam í næstbestu deildini í Noreg. Hann meldaði tíðliga út, at hann ætlaði at royna eyduna sum yrkisspælari, nú bæði útbúgving og giftarmál hevur verið á skránni. 

 

Brot úr grein í ÍtróttarSosialinum 28. januar 2019

 

Føroyskur fótbóltur hevur seinnu árini ment seg nógv, og tað sæst eisini aftur á útisetum, sum nú eru at finna í týskum, donskum, íslendskum og nú í størri mun í norskum fótbólti. Ein av vegunum inn eru góð skotsmál frá venjarum, ið hava verið venjarar í Føroyum. Í hesum førinum fyrrverandi svenska venjaranum hjá Suðringum.

 

- Eg haldi at Annfinn Gaard (umboðsmaðurin hjá Odmari, blaðm) hevur onkrar kontaktir her. Teir høvdu spurt ymsik fólk. Eitt nú hevur Glenn Ståhl lagt eitt gott orð inn, umframt onnur. Tað eri eg takksamur fyri. Eisini hava teir gjørt eitt stórt arbeiði við at hyggja eftir landsdystum hjá mær á InStat, sigur Odmar Færø.

 

InStat samlar inn statistik frá flestu av dystunum í Evropa. Síðani kunnu eitt nú venjarar fara inn og hyggja eftir, hvussu ein spælari klárar seg. HamKam spælir í næstbestu deildini, men málið er at koma í bestu deildina innan tvey ár.

 

- Nú havi eg bara verið her í eina viku, men tað er eitt felag, ið ætlar sær í bestu deildina innan tvey ár. Tað eru komni tveir nýggir venjarar til og tað henda fleiri spennandi broytingar. Teir meta, at eg skal verða ein stórur partur av tí og tað tími eg væl, sigur Odmar Færø.

 

Føroyski landsliðsspælarin leggur afturat, at ætlanin er at hann skal røkja plássið sum høgri miðverji.

 

Vil gera mun á landsliðnum

Odmar Færø hevur spælt fleiri sannførandi landsdystir í miðverjuni, men tá bæði Atli Gregersen og Sonni Ragnar Nattestad hava verið tøkir og vit hava spælt við tveimum miðverjum, so hevur Odmar mangan sitið uttanfyri. Við hesum skiftinum ynskir miðverjin at kunna bjóða landsliðnum meir.

 

- Eg ynski absolut at spæla á landsliðnum, men eg vóni líka so nógv at landsliðið, sum eg elski, hevur brúk fyri mær. Um landsliðið hevur ein betri spælara í mær, nú tá eg spæli yrkisfótbólt, so er tað fantastiskt hjá mær at kunna bjóða tað. Um eg eri betri fyri, so kann eg geva landsliðnum meir og koma við meir, enn eg nakrantíð havi, sigur Odmar Færø