"Soleiðis er..." segði Daisy

Av 2,1 miljónum, sum var høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum í kvøld, fekk kvinnan, sum ringdi úr Klaksvík, 10.000 krónur.

 

Høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum í kvøld var á 2,1 miljónir krónur, og tað var Daisy Petersen, ið ringdi úr Klaksvík, sum fekk fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum.

Hon valdi at deila høvuðsvinningin í teir tríggjar leyparnar við 700.000 krónum í hvørjum leypi. Hetta hevði verið ein góður vinningur, um klaksvíkskonan var hepnari.

Í fyrsta drátti steðgaði gekka-hjólið á 15.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið henni 75.000 krónur. - Eg koyri víðari, segði Daisy Petersen.

Í øðrum drátti steðgaði gekka-hjólið aftur á 15.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið henni 45.000 krónur. Men, klaksvíkskonan valdi at brúka triðja og seinasta møguleikan.

Men, heldur ikki í seinastu royndini eydnaðist tað hjá Daisy Petersen at ogna sær ein leyp við 700.000 krónum í. Hjólið steðgaði á 10.000 krónum, sum gjørdist vinningurin í kvøld.

- Soleiðis er, segði klaksvíkskonan, ið takkaði fyri tað, sum henni fall í lut í Gekka-spælinum í kvøld.

##med2##