Soleiðis kunnu vit fíggja ein tunnil til Suðuroyar

Vit sleppa ikki undan at gera tunnil til Suðuroyar beint eftir Sandoyartunnilin, heldur Bjarni Hammer, løgtingsmaður

– Tað slepst ikki uttan um at gera ein Suðuroyartunnil beinanvegin, Sandoyartunnilin er liðugur. Tað gjørdi Bjarni Hammer, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, greitt nú Løgtingið hevur umrøtt. 

 

Hann vísir á, at farið er so smátt undir fyrireikingarnar. Tað, hann sipar til, er, at tær fyrstu, jarðfrøðiligu kanningarnar eru gjørdar og nú skal metast um, hvussu farast skal fram við kanningunum. 

 

– Allar fyrireikingarnar til Suðuroyartunnilin mugu gerast nú, so at tað er klárt at halda fram at bora tunnil til Suðuroyar tá ið Sandoyartunnilin er liðugur, sigur hann.

 

Ein Suðuroyartunnil er mettur at kosta tríggjar milliardir og Bjarni Hammer ásannar, at tað er eitt tal, sum kann ræða fólk. Men hann staðfestur samstundis, at tað ber til at figgja hann.

 

– Fyrsta stigið má vera at leggja allar undirsjóvartunlarnar saman í eitt felag og síðani brúka sama fíggingarleist sum við Sandoyar og Eysturoyartunnilin. Tað merkir, at tað almennar setir pengar í tunnilin á hvørjum ári, samstundis sum at felagið, sum skal gera tunnilin, tekur lán til hann.

 

Hann heldur eisini, at ein stórur partur av búskapargrunninum hjá landinum eigur at verða markaður til ein Suðuroyartunnil tí tað hevði gjørt tað munandi lættari at farið undir hann.

 

Bjarni Hammer er eisini samdur við teimum sum siga, at bummgjaldið fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, eigur at verða varðveitt, og kanska eigur tað at verða hækkað eitt sindur aftur.

 

– Ikki fyrr enn Suðuroy er samanbundin við meginøkið, kunnu vit tosa um javnstøðu, og Føroyar eru so lítlar, at øll mugu lyfta í felag, sigur Bjarni Hammer.