NSÍ tók eitt stórt fet ímóti at tryggja sær Europa League fótbólt komandi summar, tá teir á heimavølli vunnu 7-1 á 07 Vestur. Samstundis spældi Víkingur javnleik 1-1 ímóti B36, og nú bert trý umfør eru eftir er NSÍ sjey stig og ein betri málmun framman fyri Víking.
NSÍ – 07 Vestur 7-1 (4-0)
1-0: Fróði Benjaminsen
2-0: Petur Knudsen
3-0: Jann Benjaminsen
4-0: Einar Tróndargjógv
4-1: Sonny Jakobsen br
5-1: Einar Tróndargjógv
6-1: Klæmint A. Olsen
7-1: Pætur Turiðarson Skipanes
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá Tróndur Arge segði frá teimum átta málunum sum komu við Løkin í Runavík í dag.
HER ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Sámal Erik Hentze og samrøðuna Tróndur gjørdi við unga debutantin og málskjúttan hjá NSÍ, Pætur T. Skipanes.
HERber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við liðskiparan hjá 07 Vestur, Høgna Egilstoft Nielsen.