Niclas Johannesen
Keith Richards (Rolling Stones):
Eg var í býnum á Fitfth Avenue (í New York). Aftan á eg fekk fyrstutíðindini, hugsaði eg, ?hann klárar tað?. Tú veist, ?tað er bara eitt kjøtsár?. Og síðani, seinni, komu sonnu tíðindini. Hann var ikki bara mín vinur. Í veruleikanum vóru øll hansara vinir. Hann var ein stuttligur maður. Og tað gongur upp fyri tær, at tú ert púrasta tikin á bóli. Tú trýrt tí í veruleikanum ikki. Og tú hugsar. ?Guð, hví kann eg ikki gera nakað við tað??
Eg bleiv rættiliga fullur oman á hetta. Og so fekk eg mær ein lítlan aftrat vegna John. Síðani var tað ruðuleikin, telefonkallini, at royna at finna út av, um alt var í lagi við Yoko.
Tað vóru The Beatles, og so var tað John. Sum bólkur vóru teir ein dygg eind. Men John var sín egni. Vit funnu væl út av tí saman. Vit sóust ikki ofta, men tað hendi seg, at hann kom á vitjan á hotellinum. Var eg í býnum, so búði eg vanliga á Plaza. Um John støkk inn á gólvið, so merkti tað, at hann var í veitsluhýri. Tú veist, hann kom ikki fyri at hava eitt orðaskifti um filosofi - hóast tað ofta kundi enda við tí. Eg var júst komin til býin og har bleiv bankað á dyrnar: ?Hey, hvat hendir her á leiðum?? Vit plagdu síðan at taka guitararnar fram og syngja. Avlopstíðin fór at skifta orð um heimsvald.
Sting:
Eg var í Miami, og eg haldi The Police vóru komnir av pallinum umleið klokkan 10:15. Mær var sagt, at hann var skotin, og eg hevði somu reaktión sum øll onnur: Vantrúgv, skelk, ræðslu. Tað, sum hendir, tá fólk sum hann doyggja er, at landskapið broytist. Tú veist: Eitt fjall hvørvur, ein á er burtur. Og eg haldi, hansara deyði var líka umvarðandi. The Beatles myndaðu mín uppvøkstur, mín lærdóm. Teir komu frá eini sera meinlíkum stað: teir ensku ídnaðarbýirnir, arbeiðaraklassi, teir skrivaðu sínar egnu sangir, løgdu heimin fyri sínar føtur. Hetta gjørdist fyrimyndin fyri rúgvu av bretska ungdóminum, sum royndi at gera tað sama.
Sheryl Crow:
Eg hugdi eftir ?Monday Night Football? á lærda háskúlanum í Missouri. Howard Cosell kunngjørdi deyða Lennon?s. Hann snøgt sagt gjørdi vart við, hvussu lítið hesin dysturin hevði upp á seg og kunngjørdi, at ein stavnamaður frá hesum ættarliði var vorðin myrdur. Í bólkinum, sum ávirkaði tónleikin allarmest og - útyvir tað - eisini mentanina. John Lennon umboðaði tann hugburðin, har rock?n?roll var uppreistur, ónøgd og sosialt medvit - tankin, at vit sum fólk kunnu rúmka okkara vit og skil, vaksa og liva saman í kærleika og friði. Hann royndi at flætta hesi ideali inn í hansara tónleik og lív. Hansara ávirkan er allastaðni - í hvørjum einasta rock?n?roll sangskrivara.
Noel Gallager (Oasis):
Eg var í stovuni í Manchester og lurtaði eftir einum fótbóltsdysti, og tey brutu av fyri at siga, at John Lennon var myrdur. Tað var eitt sindur sum ?fuck? - har var í veruleikanum bara tøgn. Serliga fyri mammu mína; hon var tannáringur í 60?unum og ein Beatles-fan. At Lennon doyði, hevði meira sjónliga ávirkan á hana enn á meg, tí eg var bert 13 ár um hetta mundið.
Eg visti ikki, hvat tað merkti - inntil eg uppdagaði The White Album. Og tá hugsaði eg ?Fuck, hesin fýrurin er ikki til longur. Eg haldi arvurin eftir Lennon er so avgjørt 100 prosent hansara tónleikur. Eg eri ikki serliga áhugaður í hansara politikki ella hansara aktivist-flippi mótvegis endanum av hansara lívi. Hansara tónleikur var fullkomiliga tíðarleysur og meistarligur. Var tað ikki fyri John Lennon, so rokni eg við, at Paul McCartney hevði fingið The Beatles at skriva ?Yesterday? heilt inntil teir fóru hvør til sítt.
Spyrt tú nakran hvassan tónleikara í London, so sum Chemical Brothers ella Prodigy - um tú tevjar teg aftur eftir tónleikaslóðini - so steðgar alt afturrák við ?Tomorrow Never Knows?. Tað var í 1966, at Lennon skrivaði tann sangin. Um tú hugsar aftur á allar sangirnar, sum vóru frammi tá, so var alt ?You love me/I love you/Whoopie-doo.? Lennon vildi ljóða sum túsund messandi munkar á einum heyggi. Hann er allarhelst framvegis tjúgu ár framman fyri sína tíð, sjálvt um hann hevur verið deyður í tjúgu ár.
Art Garfunkel (Simon & Gartfunkel):
Eg minnist tann dagin, tá John Lennon doyði. Eg tók upp mína plátu ?Scissors Cut? í Critera Studios í Miami. Eg tók sang upp tað kvøldi, og hjálpar-upptøkumaðurin breyt meg av og segði, ?eg havi nakað ræðuligt at fortelja tær.? Eg tók ein langan steðg og royndi síðani at halda á, men tað gekk ikki, so eg fór inn í kontrolrúmið og segði ?vit gera ikki meira í kvøld; eg kann ikki syngja, eg kann ikki arbeiða, eg kann ikki snakka - eg veit ikki, hvat eg skal siga.?
Eg kendi hann eitt sindur, og hann var ótrúliga dámligur. Einaferð eftir døgurða í Dakota bygninginum hálaði hann meg við inn í kamarið. So eg siti á endanum í hansara song og hann sigur; ?eg vil hava teg at fortelja mær um títt arbeiði við Paul (Simon), tí eg skilji, at tit hava júst tikið upp í Nashville.? Vit høvdu akkurát gjørt ?My Little Town?. ?Eg fái uppringinar frá mínum Paul, sum arbeiðir við einum Allen Toussaint. Og hann vil vita, um eg eri tøkur. Hvat skal eg gera??, spurdi John. Kanst tú hugsa tær, hvussu eg kendi tað? John Lennon spyrja meg um ráð? Eg kundi klípt meg sjálvan ta løtuna, tí sum eitt snarljós gekk tað upp fyri mær: Ikki er tað løgið, at hann bergtók allan heimin - hann er ein ordans sølumaður. Hann visti ákkurát, hvat hann skuldi siga við meg sum var viðkomandi og menniskjaligt og veruligt og jarðbundið og fasinerandi. Og tað var júst tað, hann eisini gjørdi við allan heimin. Hann var ein hitt-pláta - hansara tilvera var sum eitt hitt-lag. Og eg segði við hann: ?John, eg hevði gjørt tað - skúgvað alt persónligt briksl til síðis og gera tónleik saman við onkrum, sum tú hevur skapt ein sound saman við. Nakað sum er hugaligt og loysir seg at halda seg til.? Hann tók ikki móti mínum ráðum.
Jeff Lynne (ELO):
Eg minnist fyrst og fremst skelkin. Eg var í Onglandi - og eg vaknaði og tíðindini vóru allastaðni, á hvørjari útvarpsstøð. Radio One spældi hansara løg í eini maratonrøð. Og tað gekk ikki rættiliga upp fyri mær beinanvegin. Eini tvey John Lennon løg blivu spæld, og síðan minnist eg, at onkur kom út í luftina og segði eitt ella annað við ?tragiska deyða John Lennons.? Eg misti alla hilling eftir tað. ?I Am the Walrus? er tann besti sangurin, sum nakrantíð er gjørdur - tað snildasta, tann mest sinnisvekjandi bunkin av møsni nakrantíð. Tær nýtist bara at hugsa um ?Yellow matter custard/Dripping from a dead dog?s eye.? ?Semolina pilchard/Climbing up the Eiffel Tower.? Tað er so langt úti - arrangementið, ljóðeffektirnar, alt. Eg gangi út frá, at arvurin eftir hann er, at tú kanst byrja við ongum og gerast nakað av tí størsta, sum er nakrantíð hent.
Billy Corgan (Smashing Pumpkins):
Eg var trettan og eg búði heima. Eg minnist, hvussu eg rann uppá og fosturmamma mín segði ?Á Guð, tað er ræðuligt?, tá eg segði henni tað. Eg dugdi at síggja, at tað rørdi hana, men tá tú gerst eldri, so hugsar tú bara sum so ?Á denn svaka verð.? Eg minnist, at eg græt, tí eg var ein stórur ?fan?. Hann var eitt menniskja, sum onkuntíð var á rættari leið og aðra tíðir á skeivari leið. Sæð frá einum rock-stjørnu-sjónarmiði, so er tú altíð í vanda. Ein leikari er altíð ein íspegil, og ein leikari í samfelagnum virkar altíð sum snarljós-avleiðari fyri onnur ting. At drepa hann var sum at drepa Kong. Nakað av tí óseka fór av fólki eftir hetta.
Fólk flentu bara eftir John og Yoko um tað mundið, teirra ?Bed-in? framtak var í hæddini. Í dag er hetta fyri meg at meta sum eitt kollveltandi framtak av størsta týdningi. Hann var tann fyrsti persónurin, sum stillaði upp og á ein popputtan hátt segði, at friður var týðandi. Yoko eigur eisini ein part av æruni.. Hundrað-, tveyhundrað ár frameftir kunnu væl fara at vísa, at hetta var tað týdningarmiklasta, tey gjørdu saman - tann sannroyndin, at hann var til reiðar at offra seg sjálvan fyri einum hægri kalli, at hann sum ein artistur at kravdi broyting, at hann setti sína yrkisleið í vága og varð speirikin omaná, at konan varð spilt út - hann offraði eina rúgvu. Tað, sum ger tað upp aftur meira syndarligt er, at hann offraði alt, og tað var ikki nóg mikið.
Maðurin var ein slíkur hugsjónarmaður, at eg trúgvi ikki, vit kunnu ímyndað okkum, hvat hann hevði tikist við í dag, um hann livdi. Kanska hevði hann gjørt tað ?cool? og í lagi at kunna selt plátur í USA, sjálvt um tú ert farin um tey fjøruti. Um tú fert til Evropa, so eru fleiri av hesum eldru fýrunum framvegis í hæddini, tí teir missa ikki sín manndóm og treystleika sjálvt um teir gerast eldri, men soleiðis er ikki í Amerika. Kanska hevði hann broytt hetta; hann kundi havt gjørt tað seðy at gerast eldri og framvegis rokka. Maðurin var bara við at fáa hitan.
Tom Petty:
Eg var í Cherokee upptøkuhølunum í Hollywood, tá eg hoyrdi tað. Eg arbeiddi saman við produsaranum Jimmy Lovine, sum kendi John og hevði arbeitt heilt fitt saman við honum. Onkur ringdi til studio úr New York og segði, at John var skotin. Vit trúðu, tað var sagt í spølni og hildu á við at arbeiða. Síðani ringdi onkur og segði, at ?John er deyður?. Upptøkurnar steðgaðu. Eg fór heim, og á vegnum heim sá eg, hvussu fólk sótu og bíðaðu eftir ferðsluljósinum - grátandi. Eg hevði ilt við at trúgva tí heila. Eg havi framegis ilt við at trúgva tí.
John Lennon hevði alt at siga. Tá á eg byrjaði at spæla í 60?unum ávirkaði hann okkum út um alt mát. Hann var allarhelst ein av tveimum, trimum teimum bestu rocksangarunum nakrantíð, og hvat kanst tú veruliga siga um hansara sangskriving? Hann var bara? yvirnatúrligur. Og hansara rytmuguitarspæl - royn og lurta eftir á A Hard Days Night, tá teir spæla ?And I Love Her.? Hann kundi veruliga fáa eitt orkestur at súga og loypa.
Fyri meg er arvurin eftir Lennon hansara falsloysi. Tá eg var ungur, og sá The Beatles framføra sangir á sjónvarpi, so vóru teir teir fyrstu at siga annað enn bara innantómar showbiz-klisjeir. Teir søgdu veruliga nakað. Hann var ein dygg fyrimynd fyri alt mítt ættarlið, tí tú visti nær John píndist og tú visti nær John var fegin, men alt kom onkursvegna út á ein rættan hátt.
Marianne Faithfull
(sangarinna og unnusta hjá Mick Jagger í 60?unum):
Eg var akkurát farin í ein mini-cab í London, tá tíðindini bórust í útvarpinum og tey spældu allar sangirnar við John Lennon. Tann fyrsti sangurin var ?A Day in the Life.? Eg var fullkomiliga skelkað, men, á ein hátt, ikki serliga ovfarin.
Tann stuttligasta tíðin, eg nakrantíð hevði saman við John Lennon var, tá vit fóru at hitta Maharishi (Mahesh Yogi, ein víðagitin guru og andaligur leiðari), og tað var tá eg veruliga kom honum nærmast. Hann var so stuttligur. Eg var altíð eitt sindur rædd fyri honum, tí hann var so ótrúliga gløggur. Tað vikuskiftið, vit fóru til Bangor (Wales, har Maharishi helt ein fyrilestur) vera sera intens, tí vit fóru øll við jarnbreytarfari: The Beatles og eg og Mick Jagger og Maharishi. Og síðani - sama vikuskiftið - fingu vit boðini, at Brian Epstein (managarin hjá The Beatles) var deyður. John var knústur.
Hansara arvur? Tað er torført at siga í orðum. Eg meini so við, tað er onki at snakka um. Hann broytti bara andlitið á popp tónleiki í allar ævir?