Soleiðis verður veðrið í dag

Skrísdagur bjóðar skiftandi veður. Seinnapartin verður hampuligt veður, men í kvøld fer at regna.

DMI sigur, at dagurin byrjar við 2-7 m/s av landnyðringi og norðan, tað verður skýggjað og ælaveður. Út á seinnapartin verður turrari. Møguleiki er fyri sólglottum. Hitin verður millum 3 og 5 stig.

Í kvøld fer vindurin í landsynning og veksur upp í 8-13 m/s, og tað fer at regna. Í nátt verður ættin útsynningur, og vindurin minkar niður í 2-7 m/s. Hitin verður millum 4 og 6 stig.