Á Setrinum arbeiða næmingar undir nýggjum umstøðum, nú øll undirvísingin er á netinum. Karla Neslíð, umboð fyri Søgu- og samfelagsdeildina í Ráð Teirra Lesandi á Setrinum, greiðir frá, at fjarlesturin byrjaði hesa vikuna, og enn royna næmingarnir at venja seg við umstøðurnar og fylgja vanliga lestrinum.
##med2##
##med3##
– Vit brúka eina skipan, sum eitur Zoom, sum Setrið hevur keypt. Mínar avmarkaðu royndir – vit byrjaðu jú hesa vikuna –eru, at tað riggar ordiliga væl. Vit brúka skipanina til undirvísing og eisini til fundarvirksemi og sosiala samveru – hvør sær, sigur Karla Neslíð.
##med4##
Hon greiðir frá, at tá næmingarnir ikki hittast, kennist undirvísingin sjálvsagt øðrvísi, enn hon ger undir vanligum umstøðum. Summir næmingar dáma væl skipanina, meðan aðrir dáma hana minni væl og halda, at tað er torført at fylgja við undirvísingini á hendan hátt. Fleiri av teimum, ið lesa á Setrinum hava børn, og í hesum tíðum eru børnini heima, og tí verður eisini trupult at fylgja við á einum skíggja. Tí eggjar Setrið eisini lærarunum at taka fyrilestrarnar upp, so næmingarnir kunnu hyggja at teimum, tá tað liggur fyri.
– Tað er eisini ymiskt alt eftir, hvørja útbúgving talan er um, sigur hon.
Les meir um evnið í Vikuskifits Sosialinum. Í blaðnum er stórt tema um korona frá fleiri ymiskum vinklum. Sosialurin er at fáa í sølubúðum kring landið ella í talgildari útgávu her