Soleiðis hevur roynst á leiðum sum vóru friðaðar

Fiskimenn fegnast um, at nøkur øki nú eru latin upp aftur fyri troli, sum hava verið stongd í mong ár. Men, men hvussu hevur so higartil gingist, síðan leiðirnar vórðu latnar uppaftur?

 

Umframt Rók og Lerk, eigur og rekur Faroe Origin eisini partrolararnar, Heyk og Falk og Bak og Stelk.

Umframt Rók og Lerk, eigur og rekur Faroe Origin eisini partrolararnar, Heyk og Falk og Bak og Stelk.

Tað er trupult at siga, hvat tað fer at merkja hjá partrolarunum, at nøkur øki, sum hava verið friðað fyri trolveiði í upp til fleiri ár, nú eru latin upp aftur við teirri treyt, at partrolararnir hava rist í trolinum. 

Endamálið við ristini er sjálvsagt at skilja smáa fiskin í havið aftur. 

 

Sambært kunngerð hjá Fiskimálaráðnum eru ávísu leiðirnar latnar upp aftur frá 1. september í ár at rokna. Talan er um leiðirnar, sum verða róptar øki T og U og partvís leiðir í øki D og F.

Hesar leiðir eru latnar upp fyri fiskiskapi við botntroli, sum hevur innsetta skiljirist samsvarandi serligari kunngerð um skiljirist í botntroli í føroyskum sjógvi.

 

Kristian Karl Eliasen hevur verið skipari á Róki í eini sjey ár, og fyri ta tíð var hann skipari umborð á Falki í fleiri ár. 

 

Rókur og Lerkur partrola, og meginparturin av veiðini hjá skipunum er upsi. Umframt Rók og Lerk, eigur og rekur Faroe Origin eisini partrolararnar, Heyk og Falk og Bak og Stelk.

Vit hava spurt skiparan, hvussu hesir fyrstu dagarnir inni á áður stongdum leiðum royndust.

Hann sigur, at hóast áður stongdu leiðirnar lótu upp aftur hin 1. september, valdu teir at byrja túrin á Munkagrunninum, sum alla tíðina var ætlanin. 

- Onkur bátur var tá byrjaður í økinum, sum hevur verið stongt vestan fyri, men tá ljóðaði einki serligt frá fiskiskapinum. So, vit hildu ikki, at vit høvdu nakað at skunda okkum til. 

Kristian Karl Eliasen vísir á, at teir høvdu eitt gott hál á Munkagrunninum við sera góðum upsa, men síðan royndist veiðan ikki, og teir gjørdu av at fara á leiðirnar norður úr Mykinesi.

- Sjálvandi var spennandi at sleppa inni í hetta økið aftur at fiska, her vit hava verið útistongdir í so nógv ár. Her fingu vit eisini nøkur hampilig hál, harav tað størsta var á 98 kør, sum svarar til sløk 50.000 pund av stórum og góðum upsa.

 

Kristian Karl Eliasen vísir á, at vanligt var eisini at fáa 3’arar og 4’arar á leiðini norður úr Mykinesi, men nú var alt bara stórur upsi. Teir gjørdu túrin lidnan á hesari leið, og týsdagin í hesi vikuni landaðu Rókur og Lerkur stívliga 313.000 pund í Saltangará.

 

- Sjálvandi eru vit fegnir um góðu fiskastøddina og eisini nøgdina, vit fingu, tí hetta er ein rímiliga góður túr, men hinvegin bendir mangt á, at ristin skilir ov nógv útaftur. 

Skiparin vísir á, at minsta upsamát á føroyskari havleið er 55 sentimetrar, sum er eitt størri mát enn flestu av okkara grannalondum brúka. 

- Tað má væl eisini vera meiningin við ristini, at hon ikki skilir fisk út aftur, sum stendur mát við tað, sum loyvt er at veiða. Tað gevur jú onga meining at skila fisk út aftur, sum annars eigur at koma til høldar, sigur Kristian Karl Eliasen.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í blaðsølurnar, er ein størri samrøða við skiparan, har hesin eisini vísir á, at eitt av økjunum, sum nú er latið upp aftur, er púrasta óbrúkiligt, tí tað liggur ov norðarlaga í mun til tað, sum mælt varð til, og her er eisini sera ringur botnur.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Umframt Rók og Lerk, eigur og rekur Faroe Origin eisini partrolararnar, Heyk og Falk og Bak og Stelk.

Kristian Karl Eliasen er skipari á Róki, og hann hevur eisini verið skipari á Falki í fleiri ár.