Soleiðis royna fólkafloks-fólk at ávirka løgtingsvalið

Stuðlar hjá Fólkaflokkinum taka óvanligan framferðarhátt í brúk fyri at ávirka veljarakanningar - tí tær ávirka valúrslitið, siga tey

Tað er einki dulsmál, at Fólkaflokkurin hevur ligið lágt í heyst. Fyrst slapp Annika Olsen ikki at stilla upp til fólkatingsvalið – og so rýmdi hon og stillaði upp fyri Tjóðveldi. Landsstýrismaðurin í almannamálum rýmdi eisini – og stillaði upp fyri Framsókn. Og formaður floksins, Christian Andreasen, stakk somuleiðis í sekkin - og hann er givin í politikki.

 

Og alt hetta rokið sást eisini aftur í veljarakanningum, sum eru gjørdar síðani. Fólkaflokkurin hevur átta tinglimir, men í veljarakanningunum var hann fyri einum rættiligum skrædli, og fór niður í helvt.

 

Síðani hevur hann fótað sær aftur, men tað leyp í eyguni, tá ið Portalurin almannakunngjørdi eina veljarakanning í dag, har Fólkaflokkurin fær heili 23,3 prosent av atkvøðunum – og varðveitir sínar átta tinglimir.

 

Hetta varð ført fram sum tað, at Fólkaflokkurin rættiliga hevur fótað sær aftur. Men kanska er tað eisini ein onnur forkláring.

 

Tað var spyr.fo, sum hevur gjørt kanningina fyri Portalin. Og skipanin hjá spyr.fo er ikki sum hjá Gallup, at tey ringja til tilvildarlig fólk. Á spyr.fo er tað so, at fólk skulu sjálvi melda seg til at vera við í spurnarkanningum.

 

Og her var tað, at stuðlar hjá Fólkaflokkinum sóu ein møguleika. Á Facebook er ein bólkur, sum eitur Fólkafloksstuðlar og har hava tey beinleiðis mælt fólkafloksfólkum til at melda seg til hjá spyr.fo. Tey siga, at endamálið er at Fólkaflokkurin skal fáa so góðar velkarakanningar sum gjørligt – og tað er tí at tey vita, at veljarakanningar hava ávirkan á valúrslitið. Sí myndina niðan fyri:

 

##med2##

 

Kanska var tí, at Fólkaflokkurin fekk so avbera gott úrslit í veljarakanningini hjá spyr.fo fyrr í dag, at hann fekk 23,2 prosent av atkvøðunum.

 

Seinni varð ein veljarakanning almannakunngjørd í KvF. Hana hevði Gallup gjørt og hon var ikki heilt so glæsilig fyri Fólkaflokkin. Í henni fekk Fólkaflokkurin 19,8 prosent av atkvøðunum, ella 3,4 prosentstig minni enn í kanningini hjá spyr.fo.

 

Sostatt er úrslitið av kanningin hjá Gallup, at Fólkaflokkurin hevur eina afturgongd upp á 4,7 prosentstig síðani á løgtingsvalinum seinast, tá ið Fólkaflokkurin fekk 24,5 prosent av atkvøðunum.

 

So hóast Fólkaflokkurin hevur stóra framgongd í báðum kanningunum, vísir kanningin hjá Gallup, at hann framvegis er tann størsti taparin og missur ein tinglim.

 

Hinvegin vísir  kanningin hjá spyr.fo vísir, at hann bara hevur eina afturgongd upp á 1,3 prosentstig og varðveitir sínar átta tinglimir.