Soleiðis trívist Kári Johansen sum býráðslimur

- Jólini hava sera stóran týdning fyri meg, og tað er bara eitt stað á jørð, eg vil vera hesa høgtíð, og tað er í Havn, sigur Kári Johansen, býráðslimur í Tórshavnar kommunu.

- Tað er deiligt at steðga á, vera saman við familjuni og njóta friðsæluna á jólum, sigur Kári Johansen.

- Jólaaftansmorgun byrjar við einum góðum morgunmati. Síðan verður stákast, og ivaleyst  kemur onkur inn á gólvið. Út á seinnapartin fer gásin í ovnin, meðan bæði útvarp og sjónvarp koyra í bakgrundini.

 

Tað sigur Kári Johansen, sum á kommunuvalinum fyri góðum ári síðan gjørdist býráðslimur í Tórshavnar kommunu, formaður í havnanevndini og stýrisformaður í SEV.

 

Og um jólaaftan sigur hann víðari soleiðis:

 

- Áðrenn myrkrið legst á, fara vit í kirkjugarðin at vitja grøvina hjá foreldrum og familju, sum liggja har. Síðan er kirkjugongd í Havnar kirkju sjálvandi.

 

Kári Johansen sigur, at eftir kirkjugongdina verður farið til jóladøgurða hjá familju í Hoyvík, har gás av trøðini verður etin.

 

- 1. jóladag taka vit okkum av løttum fyrra partin av degnum og viðrar, ganga vit okkum ein túr. Vit eru heima í Vørðsluni saman við familjuni, og um kvøldið er kalt borð og hugni. 2. jóladag plaga vit eisini at vera saman við familjuni. 

 

Men, verða jólini øðrvísi í ár, nú tú ert býráðslimur í høvuðsstaðarkommununi?

 

- Tað meti eg ikki, tey verða. Vit hava okkara siðvenjur, og eftir planinum verða jólini eins og undanfarin ár.

 

Hvussu trívist tú sum býráðslimur?

 

- Eg trívist sera væl sum býráðslimur. Hetta hevur verið eitt spennandi og læruríkt ár við nógvum avbjóðingum.

 

Keypir tú jólagávur?

 

- Eg keypi eina jólagávu, og hon verður keypt ein av seinastu døgunum til jólar. Hetta er ein stór uppgáva hvørt einasta ár, og spenningurin er líka stórur hvørt ár, tá hon pakkar upp - um eg nú havi rakt plett. Eg havi tíbetur eina dóttir, sum plagar at hjálpa mær við hesum, sigur Kári Johansen.

 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

 

- Jólini hava sera stóran týdning fyri meg, og tað er bara eitt stað á jørð, eg vil vera hesa høgtíð, og tað er í Havn. Annars er deiligt at steðga á, vera saman við familjuni, njóta friðsæluna og góða matin hesar dagar. At vit steðga á, geva okkum stundir til hvønn annan og ikki at gloyma jólaboðskapin, tað hevur stóran týdning fyri meg, sigur Kári Johansen.

 

Í Sosialinum, sum kemur í hvørt hús mánadagin, hava vit spurt nývaldar borgarstjórar og onkrar nývaldar býráðslimir um, hvussu jólini verða hildin í ár, og um hvussu tey trívast í fólkavaldu størvunum.

 

- Tað er deiligt at steðga á, vera saman við familjuni og njóta friðsæluna á jólum, sigur Kári Johansen.