Nú jólahøgtíðin stundar til, hevur Fiskamarknaður Føroya opið sum vanligt mánadagin hin 23. desember, sum er tollaksmessudagur.
Jólaaftan, jóladag og annan jóladag verður stongt, men opið verður aftur fríggjadagin hin 27. desember sum vanligt.
Fiskamarknaður Føroya sigur, at mánadagin 30. desember verður eisini opið sum vanligt aftur, og týsdagin, sum er nýggjársaftan, verður opið til middags.
Hin 1. januar, sum er nýggjársdagur, verður stongt, og hósdagin 2. januar verður aftur opið sum vanligt.
Nú árið 2013 nærkast endanum, takkar Fiskamarknaður Føroya øllum viðskiftafólki fyri gott samstarv í farna ári og ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.