Danska veðurstovan DMI roknar við hampuligum veðri á páskum. Tað verður lítið av vindi, og nú verður lýggjari í veðrinum. Hinvegin fer at regna nakað.
DMI sigur, at í dag vera 3-8 m/s av landsynningi. Samdrigið og ælaveður ella regn. Hitin verður milum 4 og 7 stig.
Langa fríggjadag vera 5-10 m/s av suðri. Samdrigið og regn. Sum frálíður minkandi niður í 3-8 m/s og turt. Hitin millum 7 og 11 stig.
Páskaaftan vera 3-8 m/s av landsynningi, seinnapartin vaksandi upp í 5-10 m/s av landsynningi og suðri. Skýggjað og ælaveður, men eisini møguleiki fyri sólglottum. Hitin millum 7 og 10 stig.
Páskadag vera 3-8 /s av suðri. Skýggjað og turt. Seinnapartin 3-8 m/s av eystri, og um náttina fer at regna av suðri. Hitin millum 6 og 10 stig.
Annan páskadag 5-10 m/s av eystri, í støðum upp í 13 m/s. Samdrigið og regn, men onkrastaðni møguleiki fyri sólglottum. Hitin millum 5 og 8 stig.