Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

Veðurstovan roknar við góðveðri

Føroyska Veðurstovan roknar við góðum veðri um vikuskiftið. Tað verður lítið av vindi og turt mesta av tíðini.

 

Føroyska veðurstovan sigur, at í dag vera 5-10 m/s í útsynningi, seinni 3-8 m/s av vestri. Í kvøld og í nátt undir 5 m/s av ymsum ættum. Samdrigið og támut, í støðum mjørki, og okkurt æl. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Sunnudagin 3-8 m/s av eystri og landsynningi. Samdrigið og támut, í støðum mjørki, og okkurt æl. Hitin millum 4 og 8 stig.