Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

DMI væntar hampuligt veður í dag og í morgin

Danska veðurstovan DMI roknar við hampuliga góðum veðri í dag og í morgin.

 

Bæði í dag og í morgin verður skýggjað ella samdrigið, í dag verður turt og í morgin ælaveður.

 

DMI sigur, at í dag vera 5-10 m/s av landnyðringi, sum í nátt verður millum norðan og landnyðring. Samdrigið, men vestanfyri møguleiki fyri nakað av sól. Hitin millum 3 og 8 stig.

 

Sunnudagin vera 5-10 m/s av landnyðring. Samdrigið og ælaveður. Hitin verður millum 3 og 6 stig.