Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

Danska veðurstovan roknar við hampuliga góðum veðri næstu dagarnar

Danska veðurstovan DMI roknar við, at vit fáa løtur við sól um vikuskiftið, men tað verður eisini nakað av avfalli onkur tíðarskeið.

 

DMI sigur, at í dag vera 5-10 m/s av suðri og útnyðringi, í støðum upp í 13 m/s. Skiftandi skýrák og ælaveður. Í kvøld undir 5 m/s av ymsum ættum og klárt. Hitin millum 3 og 6 stig.

 

Leygardagin vera  3-8 m/s av ymsum ættum, seinni 5-10 m/s av landsynningi. Turt og nakað av sól, men sum frálíður skýggjað og regn í støðum. Hitin millum 5 og 9 stig.

 

Sunnudagin vera 3-8 m/s av ymsum ættum, fyri tað mesta turt og í støðum tám ella mjørki. Hitin millum 7 og 11 stig.