Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

DMI roknar við, at veðrið verður hampuliga gott um vikuskiftið

Danska veðurstovan DMI væntar, at tað verður lítið av vindi og lutvíst turt hetta vikuskiftið.

 

Leygardagin vera 5-10 m/s av norði. Samdrigið og regn ella ælaveður. Í kvøld vera 3-8 m/s av norði og regn, men í nátt verður turt. Hitin verður millum 5 og 8 stig, í nátt millum 3 og 6 stig.

 

Sunnudagin vera 3-8 m/s av ymsum ættum. Skiftandi skýrák og løtur við sól, men eisini okkurt æl. Hitin verður millum 5 og 9 stig.