Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

DMI roknar við turrveðri í dag, men í morgin verður ælaveður

Danska veðurstovan roknar við hampuliga góðum veðri um vikuskiftið.

 

DMI sigur, at í dag verða 5-10 m/s av vestri og útnyðringi. Út á dagin minkandi niður í 3-8 m/s av útnyðringi. Nakað av sól og hitin millum 7 og 10 stig. Í kvøld og í nátt 5-10 m/s av landsynningi, samdrigið og í nátt regn av útsynningi. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Sunnudagin verða 8-13 m/s av útsynningi. Sum frálíður samdrigið og ælaveður. Hitin um 8 og 12 stig. Um náttina klárari í veðrinum, og hitin millum 7 og 12 stig.