Solidaritetur er kærleiki

Solidaritetur er eitt orð, sum fleiri ikki vilja brúka, tí tað minnir ov nógv um gamalt floksstríð. Men solidaritetur merkir kærleiki, sigur fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Anker Jørgensen, sum nýliga hevur vitjað í Føroyum.

Vitjan

Solidaritetur er tað sama sum kærleiki. Ikki kærleiki millum tvey ávís menniskju, men kærleiki manna millum yvirhøvur, sigur gamli fakfelagsmaðurin og fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Anker Jørgensen.
Anker Jørgensen, sum hevur verið á privatari vitjan í Føroyum fyri stuttum, hevur ferðast kring oyggjarnar, har hann hevur hildið fyrilestrar og hitt fólk.
Hann sigur, at tá vit í dag koma inn á fakfelagstríð og orð sum solidaritet og floksstríð - klassakamp - eru nógv, sum beinanveg halda seg undan og líkasum ikki vilja kennast við hesi orðini.
?Tað er ikki uppi í tíðini, sum sagt verður, og verður roknað sum farið av móta. Men tað fer ongantíð av móta, sigur hann, og vísir til, at í slíkum støðum er tað, hann plagar at siga, at solidaritetur er tað sama sum kærleiki.
?Tí tað er ikki annað enn vanligur næstrakærleiki at stríðast saman við og fyri øðrum og rættindum teirra, sigur gamli, danski fakfelagsleiðarin.
Anker Jørgensen sigur, at tá hann so fer at tosa um kærleika, fáa fólk beinanveg annan hugburð til tað, tosað verður um, og hann merkir, at áhugin fyri tí, ið sagt verður, veksur.
?Men soleiðis broytist alt. Tá eg var ungur og virkin í fakfelagsrørsluni tosaðu vit um solaridaritet og floksstríð sum tað mest natúrliga av verðini, Og vit vóru erin av tí. Men í dag venda fólk sær meira enn so burtur, tá hetta verður borið upp á mál, sigur hann.

Fylgir við
Hóast tað eru nógv ár, síðan Anker Jørgensen gavt í politikki, fylgir hann kortini við, sum vera man. Eisini í føroyskum viðurskiftum. Og hann er forvitin og spyr og vil vita, hvat og hvussu tað røringin er í føroyskum politikki.
Men hann vil ikki gera nakrar almennar viðmerkingar til politisku støðuna kortini. Hann vísir á, at tað eru onnur, sum nú hava ta uppgávuna, og hana fer hann ikki at blanda seg uppí.
Tó dylur hann ikki fyri, at tað, sum nú hendir víða í Europa, har eitt víðgongt høgrarák tykist fara um londini, ikki hóvar honum.
Hann metir tað skaðiligt, men samstundis heldur og vónar hann, at tað er eitt framviðfarandi fyribrigdi, sum ikki fer at halda so leingi.
Tí væntandi er, at alt frá vinstraveinginujm til út á meira hóliga høgraveingin fara fólk at seta seg upp í móti hesum ráki, sum vit sóu tað í Fraklandi, tá annað umfar av forsetavalinum varð hildið.

Mentamaður
Anker Jørgensen er mentanarhugaður maður, og bæði bókmentir og myndlist metir hann høgt. Eitt annað, sum liggur frammalaga í sinninum hjá tí skjótt 80 ára gamla fyrrverandi politikaranum, er kirkjubygging. Hann fer ikki fram við eini kirkju, uttan at vilja vita okkurt um hana, og helst, um til ber, at sleppa inn at hyggja at henni.
Soleiðis var eisini hendan leygardagin, tá hann vitjaði á Viðareiði og í Klaksvík. Hóast ferðaætlanin var heldur knøpp, varð vitjað í Viðareiðis Kirkju, áðrenn farið varð til Klaksvíkar, har Anker Jørgensen helt fyrilestur fyri pensionistum og øðrum góðum fólki á Tekniska Skúla.
Feðralagið, sum vitjaði í Norðoyggjum kom við Dúguni um middagleitið og fór beinleiðis til Viðareiðis, har nevndin í Norðoya Javnaðarfelag tók í móti gestunum og beyð døgurða á Hotel Norð. Steiktan lunda við og heimagjørdan ís, sum avgjørt gagnaðist gestunum væl.
Eftir døgurðan varð farið oman í kirkjuna, har Olevinus Sørensen, deknur, greiddi frá kirkjuni og søgu hennara.
Serliga áhugaður var Anker Jørgensen í silvurinum sum latið varð kirkjuni av bretsku ríkisstjórnini sum tøkk fyri hjálpsemi og gestablídni, tá viðingar bjargaðu manningin á Marwood, sum fór á land eystantil á oynni í 1847.
Í kirkjuni er bóklingur, sum sigur frá millum øðrum hesi søguni, sum deknurin greiddi frá.
Um hesa hendingina varð yrkt ein vísa, sum er prentað í øðrum bindi av »Havið og vit« hjá J. Símun Hansen.
Hesi vísuni gjørdist Anker Jørgensen so hugtikin av, at hann fegin vildi fáa hana við sær, og tað fekk hann.
Eftir vitjanina á Viðareiði fór fylgið til Klasvíkar, har Anker Jørgensen helt fyrilestur og prátaði við fólk, sum komin vóru á Tekniska skúla at lurta eftir honum og fáa eitt prát aftaná fyrilesturin.