Solidariteturin sat við hús

Tey, sum vildu stuðla nýggja Solidaritetsflokkinum, styttur SF, kundu teljast á aðrari hondini, tá stovnandi fundurin skuldi vera mikukvøldið

Tað var ein fámentur skari, sum møtti á Hotel Hafnia mikukvøldið, tá Solidaritetsflokkurin, SF, skuldi verða stovnaður.

Og stigtakarin,Dagfinnur Danbjørg, ásannaði beinanvegin, at eingin grund var at halda fram við arbeiðinum.

Tað var sum so mangan í Føroyum, at ideologi røkkur sjálvdan longri enn til pengapungin, og solidaritetur tykist verða eitt hugtak í Polen.

Tað noyddust eisini tey fáu fólkini, sum møtt vóru til fundar mikukvøldið, at sanna.

Ikki vóru tey fleiri enn so, at til bar at telja á fingrunum. Og vóru tærnar tiknar við og pressufólkini trekt frá, ja, so leyp av.


Rættartrygdin

Fyrireikarin, Dagfinnur Danbjørg, býtti á fundinum út eitt blað við stevnuskrá ætlaða floksins.

Sum fyrsta punkt á skránni stóð, at: Solidaritetsflokkurin verður stovnaður við tí fyri eyga at fáa rættartryd í landinum.

Dagfinnur Danbjørg vísir til, at í Gamla Testamenti stendur, at har lógloysi situr í byarportrinum, er eingin vón.

Og í Føroyum hevur lógloysi valdað so leingi, sigur hann, at øll vón er burtur.Og so samanber hann okkum við tað, sum danir siga, stendur yvir portrinum til Helviti: »Her lades alt håb ude.«

Sum dømi um lógloysið nevnir Dagfinnur Danbjørg, at føroyskir lærarar í eina øld hava goldið pening í ein pensiónsgrunn, sum nú, tá hann skal brúkast, er tómur. Og tað, at myndugleikar kunnu sleppa við at tøma ein grunn, uttan at tað fær fylgjur, er lógloysi.

»Tað svarar til, at eg fari inn í Sparikassan og taki pengar út av konto hjá tær,« sigur hann.

Og tá so lærararnir sleppa frá sum 60 ára gamlir, noyðast teir av við 2.000 krónur av teirri pensión, teir annars hava goldið til.

Og viðgingið verður, at longu í 1955 varð hesin grunnurin tømdur.

»Hvat er hatta annað enn lógloysi,« spyr Dagfinnur Danbjørg.

Men Harraguð, sigur hann, eru vit nøgdir við at taka tann, sum stjelur ein »slikkipinn« í Keypsamtøkuni og seta hann í spjellið, meðan teir, sum fara við milliónunum, ganga leysir, so sigi eg sum Kjartan Mohr á sinni : »Væl í gagnist.« 

Sjálvandi er tað ólógligt at stjala í Keypsamtøkuni, tað er greitt, men viðgerðin skal vera líka fyri øll.


Ymiskar hugsanir

Fólkini, sum møttu á fundi, vóru gamlir kenningar úr ymsum flokkum, sum eru, hava verið, ella ongantíð vórðu til nakað.

Og líka ymisk, sum flokkarnir, tey fyrr hava umboðað, eru, tóktist áskoðan teirra á stevnuskránna hjá Solidaritetsflokkinum at vera.

Tey flestu tóktust vera samd við Dagfinni í punktunum um rættartrygd, rættindi og skyldur borgarans og sosialmálini.

Men so rakk ikki longur.

Onkur vildi ikki vera við, tá tosað verður um tætt samstarv við hini Norðanlondini, serliga Danmark. Tey vildu heldur hava loysing.

Onkrum dámdi ikki, at í so nógv varð tosað um trúgv og ávísar samkomur.

Og soleiðis spjaddist fylgið, til at enda bert eini fimm fólk vóru eftir, sum tóku undir við stevnuskránni, sum hon varð løgd fram.

Tað var sum í Sodoma, helt Dagfinnur Danbjørg. Har vóru heldur ikki fleiri enn fimm rættvísir, tá til stykkis kom.


Kom sá og tapti

Úrslitið varð, at stigtakarin, Dagfinnur Danbjørg gjørdi greitt, at hann gjørdi ikki meira við hetta tiltakið.

Her var sum yvir portrinum. »Her lades alt håb ude.«

Dagfinnur Danbjørg sigur, at hann á ein hátt er glaður fyri, at tað gekk soleiðis kortini. Hann vil nógv heldur standa einsamallur við Guði, enn í fylgi við 1.000, sum stýrdir verða av Fananum, tekur hann til.

»Tað er hóast alt nógv betri at vita, at einki hendir, tá tað nú ikki varð tann undirtøkan, eg hevði vónað. Nú havi eg gjørt mítt og kann við góðari samvitsku smílast til mannin, eg síggi í speglinum í morgin,« segði ein, hóast alt, vónbrotin stigtakari eftir fundin.