Sólin skínur á NSÍ og KÍ og B36

Sunnudagin skulu klaksvíkingar royna seg í Gundadali ímóti meistarunum í HB

Sólin skínur av heiðum himni, nú hesin fótbóltssunnudagurin er av. Í staðin fyri avlýsingarnar, sum lógu í luftini fyrrapartin, tá ið tað kavaði, og vøllurin í Klaksvík lá undir í kava, so vórðu báðir teir síðstu dystirnir í Effo-deildini spældir, og harvið hava øll liðini spælt tveir dystir.

 

Fótbóltssólin skínur serliga blonk í Klaksvík, í Runavík og í B36. KÍ, NSÍ og B36 hava vunnið fulla úrtøku burturúr tveimum teimum fyrstu umførunum. NSÍ er topplið, tí NSÍ hevur besta málmunin: NSÍ +5 mál,og so KÍ og B36, sum bæði hava +3 mál.

 

Meistararnir í HB vunnu 3-1 á ÍF, og harvið hevur HB 4 stig. Tað er merkisvert, at silvurvinnararnir í ÍF einki stig hava vunnið enn. ÍF hevur tapt 3-1 ímóti KÍ og HB. Sunnudagin bresta HB og KÍ saman í Gundadali, har klassikarin av álvara hevur fingið nýggjan íblástur.

 

ÍF venjarin Albert Ellefsen er ikki serliga órógvaður av, at stigatalvan vísir 0 stig. Hann vísir á, at hansara menn í gjár vóru greitt omaná í 2. hálvleiki ímóti HB, og at stigini fara at koma.

 

ÍF fær í 3. umfari vitjan av uppflytarunum í B68, sum í gjár við 1-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi vunnu fyrsta stigið í ár. Hjá ÍF verður alt annað enn trý stig eitt vónbrot.

 

Víkingur hevur verið roknað at vera ein av FM favorittunum. Úrtøkan higartil er 0 stig, og í triðja umfari verður avbjóðingin aftur stór, tí fríggjakvøldið bíðar B36 í Gundadali. B36 hevur fulla úrtøku.

 

Síðstu árini hevur EB/Streymur vunnið nógv. Ofta hevur tað verið soltið fyrstu umførini. Soleiðis er tað eisini í ár. 1-1 ímóti FM favorittunum HB var góðtikið, meðan tað var vónbrot, at tað endaði 1-1 á Svangaskarði í gjár.

 

Í 3. umfari er EB/Streymur stórfavorittur á heimavølli ímóti Skála, sum enn eigur besta stigið til góða, og sum eigur málmunin 1-7!

 

Hjá AB hevur tað higartil roynst betri á útivølli enn á heimavølli. Í 3. umfari verður  avbjóðingin stór, tí tá skal AB spæla á útivølli ímóti NSÍ. Teir í Runavík hava fulla úrtøku eftir sigrar á grannunum og uppflytarunum í B68 og Skála.  

 

2. umfar

AB-B36 1-2 (1-1)

0-1: Róaldur Jakobsen 33.

1-1: Jobin Drangastein 44.

1-2: Róaldur Jakobsen 75.

Dómari: Petur Reinert

AB: Hans Jørgensen -Jónas Stenberg, Sørin N. Samuelsen, Sorin Anghel, Beinir Ellefsen - Jobin Drangastein (Mikkjal T. Hentze, 82.), Bárður Olsen, Hørður Mohr (Kári Nielsen, 55.) - Jógvan Skeel Nolsøe (Martin Midjord, 88.), Jóan Símun Edmundsson, Cristian í Garði (Jógvan Isaksen, 74.)

Gult kort: Sorin Anghel, Jógvan Skeel Nolsøe, Cristian í Garði, Kári Nielsen

B36: Tórður Thomsen - Høgni Eysturoy, Klæmint Matras, Hørður Askham, Alex Mellemgaard (Benjamin Heinesen, 66.) - Róaldur Jakobsen, Símun Joensen -Jákup á Borg (Tóki á Lofti, 86.), Lukasz Cieslewicz, Rasmus Dan Sørensen (Eli F. Nielsen, 74.) - Adeshina Lawal

Gult kort: Benjamin Heinesen, Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz

 

HB-ÍF 3-1 (3-1)

0-1: Bogi R. Petersen br 15.

1-1: Andrew av Fløtum 28.

2-1: Christian R. Mouritsen 42.

3-1: Kristin R. Mouritsen 45.

Dómari: Eiler Rasmussen

HB: Teitur Matras Gestsson - René S. Joensen, Rógvi S. Holm, Jóhan Troest Davidsen, Pál Mohr Joensen (Alex José dos Santos, 72.) - Tróndur Jensen, Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal - Christian R. Mouritsen (Páll M. Joensen, 81.), Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouriisen

Gult kort: Alex José dos Santos, Heini Vatnsdal

ÍF: Hallgrím G. Hansen - Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Poul N. Mikkelsen, Fritleif í Lambanum - Bogi R. Petersen, Karl Løkin, Kristoffur Jakobsen (Nenad Saric, 69.) - Ari Ó. Ellingsgaard (Frank Poulsen, 69.), Clayton Soares, Dánjal á Lakjuni

Gult kort: Ari Ó. Ellingsgaard, Kristoffur Jakobsen, Leivur Joensen

 

 

B68-EB/Streymur 1-1 (0-1)

0-1: Niels Pauli Danielsen 39.

1-1: sjálvmál  76.

Dómari: Páll  Augustinussen

B68: Kristian Joensen - Niklas Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Mads Rosenberg, Bergur Gregersen - Janus W. Mortensen, Ovi Brim (Emil Ronaldsson, 73.), Jann Ingi Petersen, Hákun Edmundsson, Esmar Clementsen (Kristian Anton Andreassen, 65.)  – Jonleif Højgaard (Andrias á Líknargøtu, 69.)

Gult kort: eingin

EB/Streymur:  René Tórgarð - Jónas þór Næs, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Pól Jóhannus Justinussen - Gert Hansen, Høgni Madsen, Niels  Pauli Danielsen (Brian Olsen, 71.) - Leif Niclasen, Gunnar Zachariasen (Jóhannes Hansen, 68.), Hans Pauli Samuelsen

Gult kort: Hans Pauli Samuelsen, Høgni Madsen

 

KÍ-Víkingur 1-0 (0-0)

1-0: Páll A. Klettskarð 80.

Dómari: Dagfinn Forná

KÍ: Meinhardt Joensen - Gunnar Christiansen, Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur Kalsø, Tórur Justesen - Atli Danielsen (Ivan Joensen, 85.), Ndende Adama Guéye, Hjalgrím Elttør - Álvur F. Christiansen (Johan Jacobsen, 71.), Páll A. Klettskarð, Heðin Klakstein (Ísak Simonsen, 90.)

Gult kort: Jonas Flindt Rasmussen, Ísak Simonsen

Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig - Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Súni Olsen -Filip Djordjevic, Finnur Justinussen, Hanus Jacobsen

Gult kort: Filip Djordjevic

 

Skála-NSÍ 1-5 (0-3)

0-1: sjálvmál 9.

0-2: Klæmint A. Olsen 32.

0-3: Magnus Olsen 37.

1-3: Brian Jacobsen 68.

1-4: Árni Frededriksberg 88.

1-5: Klæmint A. Olsen 90.+3.

Dómari: Rúni Gaardbo

Skála: Suni Ernstsson – Jákup Jacobsen, Teitur R. Joensen, Pætur Dam Jacobsen, Rói av Fløtum (Petur Pauli Mikkelsen, 56.) - Holgar Durhuus (Hendrik á Fríðriksmørk, 75.), Andras Frederiksberg, Edvin Jacobsen, Jákup Johansen – Ólavur Mikkelsen (Poul N. Poulsen, 65.), Brian Jacobsen

Gult kort: Edvin Jacobsen, Andras Frederiksberg, Teitur R. Joensen

NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Per Langgaard (Meinhardt E. Olsen, 56.), Einar Tróndargjógv, Monrad Holm Jakobsen – Andy Olsen, Magnus Olsen, Sjúrður Jacobsen, Árni Frederiksberg  – Jann Martin Mortensen (Haraldur R. Højgaard, 76.), Klæmint A. Olsen

Gult kort: Einar Tróndargjógv

 

Støðan eftir 2 umfør

NSÍ, KÍ og B36 6 stig

HB 4 stig

AB 3 stig

EB/Streymur 2 stig

B68 1 stig

Víkingur, ÍF og Skála 0 stig

 

3. umfar

Fríggjakvøldið

B36-Víkingur

Sunnudagin

HB-KÍ

EB/Streymur-Skála

ÍF-B68

NSÍ-AB

 

-------

 

Fótbóltslagið í Klaksvík er gott. Í morgun lá kavi á vøllinum, og ivi var um, um tað fór at bera til at spæla fótbólt í dag.

Nú er dysturin ímóti Víkingi liðugur, og aftur í dag eydnaðist tað KÍ at vinna fulla úrtøku.

 

KÍ vann 1-0, og málskjútti tíggju minuttir undan leikloki var Páll A. Klettskarð, sum úr stuttari fjarstøðu sendi bóltin í málið eftir innlegg úr vinstru frá Hjalgrími Elttør.

 

Harvið hevur KÍ fulla úrtøku eftir tvey umfør. Víkingur hevur einki stig fingið eftir heimatap ímóti AB og so tapið í dag.

Víkingur spældi seg til fleiri møguleikar enn heimamenninir, men tað bilti við úrtøkuni.

Fyrr í dag vann NSÍ 5-1 á Skála. Harvið hava NSÍ, KÍ og B36 fulla úrtøku eftir tvey tey fyrstu umførini.

 

---

 

LIÐUGT

1-0

 

90+5)

Víkingur hevur vunnið horna, men Meinhard Joensen bjargar stútaranum.

 

90+4) 1-0

Atli Gregersen er fluttur fram í álopið hjá Víkingi.

Ísak Simonsen hjá KÍ gult.

 

90+2) 1-0

Dómarin hevur lagt fimm minuttir aftrat.

Víkingur hevur havt góða roynd, men á málstrikuni bjargaði Gunnar Christiansen, eftir at Súni Olsen hevði roynt seg við fínum skoti.

 

 

89) 1-0

Heðin Klakstein fer av vøllinum, og í hansara stað kemur Ísak Simonsen inn í vinstru á KÍ liðnum.

87) 1-0

Tað er tætt og intenst í Klaksvík, har reyða kortið nú hevur verið á lofti. Tað eru tó framvegis 22 á vøllinum. Tað var KÍ venjarin Eyðun Klakstein, sum sá reytt og harvið nú stendur uttanfyri girðingina og fylgir við.

Víkingur roynir at leggja trýst á, og KÍ verjir leiðsluna.

Heðin Hansen og Ingi Sørensen eru komnir inn á liðið hjá Víkingi. Út eru farnir Filip Djordjevic og Sølvi Vatnhamar.

 

83) 1-0: Páll A. Klettskarð 81.

Heimaliðið hevur lagt seg framum í Klaksvík. Liðformaðurin Hjalgrím Elttør breyt ígjøgnum í vinstru og legði av baklinjuni innfyri. Undir málinum var Páll A. Klettskarð fremstur, tá ið hann úr stuttari fjarstøðu og millum fleiri mótstøðumenn stýrdi bóltin í kassan.

 

Víkingur leggur uppaftur meiri fyri, nú KÍ hevur skorað.

 

80) 0-0

Eftir horna frá Súna Olsen hevur Sølvi Vatnhamar havt góða roynd, sum Meinhardt Joensen bjargaði. Tað er framvegis Víkingur, sum er eitt vet omaná. Grundspælið hjá gestunum er betri.

 

75) 0-0

Eftir frísparksframlegging frá Hjalgrími Elttør, vinnur Jonas Flindt Rasmussen nærdyst, og tað er um reppið, at bólturin fer inn um Geza Turi.

Í næsta Víkinga álopinum smekkaði Sølvi Vatnhamar til úr 16 metrum, men bólturin fór dygst omanfyri málið. Hallur Hansson átti uppleggið.

Álvur F. Christiansen er farin av vøllinum, og í hansara stað erJóhan Jacobsen komin inn á KÍ liðið í høgru.

 

70) 0-0

Tað er framvegis málleyst, men tað er Víkingur, sum oftari vitjar í brotsteiginum hjá mótstøðumonnunum, og nú var innskifti Finnur Justinussen um reppið at fáa mál. Jonas Flindt Rasmussen blokeraði í evstu løtu.

 

65) 0-0

Nú líkist gongdin aftur meiri tí, sum hon var undan steðginum. Víkingur hevur betri tak á spælinum.

Besta møguleikan síðstu løtuna hevur KÍ tó havt, tá ið bólturin eftir langt innlegg úr høgru tekur stólpan aftanfyri Geza Turi.

 

60) 0-0

Víkingur hevur verið heilt tætt við. Fyri løtu síðani sendi Súni Olsen úr 25 metrum og við frísparki bóltin á tvørtræið.

Spælið er framvegis javnari nú, enn tað var undan steðginum.

 

55) 0-0

At KÍ leggur trýst á verjuspælararnar hjá Víkingi ber við sær, at tað er torførari hjá víkingunum at leggja neyvu sendingarnar úr verjuni og fram á miðvøllin. Tað høvdu teir góðar stundir til í 1. hálvleiki.

 

Vinstri vongverjin hjá Víkingi, Dánjal Pauli Lervig, er so mikið skaddur, at hann verður borin av vøllinum. Í hansara stað kemur Sveinur Justinussen á vøllin. Hanus Jacobsen verður fluttur á vongverjan, Filip Djordjevic verður fluttur aftur á miðvøllin í vinstru, og Sveinur Justinussen er komin inn í álopið hjá Víkingi.

 

50) 0-0

Klaksvíkingarnir eru ágrýtnari frammi á vøllinum, enn teir vóru í 1. hálvleiki.

 

46) 0-0

Ongar skiftingar eru gjørdar, nú farið verður undir 2. hálvleik.

 

Sólin skínur oman og niðan í Klaksvík, har spælararnir eru komnir á vøllin aftur og fyrireika seg til 2. hálvleik.

 

Støðan er framvegis málleysur javnleikur, og tað kunnu heimamenninir vera best nøgdir við. Eftir friðarliga fyrstu løtu mentist Víkingur nógv, og ferð eftir ferð vóru boð eftir heimamonnunum.

 

Næst við at fáa mál var Finnur Justinussen, tá ið hann úr góðari støðu smekkaði bóltin á tvørtræið.

 

 

HÁLVLEIKUR

0-0

43) 0-0

Víkingur er greitt omaná, og víkingarnir hava havt fleiri møguleikar at skora, men higartil hevur tað ikki eydnast. Størsti møguleikin var tað, tá ið Finnur Justinussen úr fínari støðu smekkaði bóltin á tvørtræið. Møguleikin stóðst av, at KÍ miðverjan misti bóltin. Hanus Jacobsen og Sølvi Vatnhamar áttu uppspælið.

 

 

40) 0-0

Víkingur hevur betri samanspæl, og tað er meiri skipað álopsspæl í borðunum og so flatt innfyri.

Heimaliðið hevur ilt við at fáa skipað samanspæl í lag á síðsta triðinginum á vøllinum.

 

30) 0-0

Víkingur hevur lagt KÍ undir trýst, og fleiri ferðir hava spentar støður verið í KÍ brotsteiginum. KÍ verjir og sparkar burtur. Serliga er tað í høgru, at Bárður Hansen er væl upplagdur í gjøgnumbrotum.

 

22) 0-0

Higartil hevur tað verið ógvuliga friðarligt í Klaksvík. Stórur dentur verður lagdur á verjuspælið, og ferðin er ikki stór.

Síðstu lítlu løtuna er ferðin hækkað eitt vet, og nú stríðast teir í nærdystum.

 

15) 0-0

Jonas Flindt Rasmussen í KÍ miðverjuni hevur sæð gult fyri fríspark. Víkingur hevur havt fríspark og hornaspark, men higartil hevur talan ikki verið um upplagdar málmøguleikar.

 

12) 0-0

Tað eru góð líkindi at spæla bólt í Klaksvík, har tað í morgun var nógvur kavi á vøllinum.

KÍ hevur havt vandamikið horna, men annars hevur higartil ikki verið talan um stórvegis møguleikar.

Sigfríður Clementsen hevur sett Súna Olsen fram á miðvøllin og Erling Jacobsen aftur í miðverjuna.

 

 

KÍ-Víkingur  klokkan 15.00

Dómari: Dagfinn Forná

KÍ: Meinhardt Joensen - Gunnar Christiansen, Jonas Flindt Rasmussen, Sørmundur Kalsø, Tórur Justesen - Atli Danielsen, Ndende Adama Guéye, Hjalgrím Elttør -Álvur F. Christiansen, Páll A. Klettskarð, Heðin Klakstein

Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig - Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Súni Olsen, Hanus Jacobsen - Filip Djordjevic, Finnur Justinussen

 

 

----

Aftur í dag eydnaðist tað NSÍ at vinna fulla úrtøku ímóti einum grannaliði. Í fyrsta umfari var tað 1-0 á heimavølli ímóti B68, og í dag var úrslitið 5-1 á útivølli ímóti Skála.

 

Klæmint A. Olsen var toppskjútti í fjør, og hann hevur lagt bragdliga fyri í ár. Ímóti B68 skoraði hann einsamalla málið, og í dag skoraði Klæmint bæði fyrsta, annað og fimta málið hjá NSÍ. Í báðum teimum fyrstu førunum var tað Andy Olsen, sum átti uppleggið, og Andy legði eisini upp, tá ið Magnus Olsen økti til 3-0.

 

Í 2. hálvleiki royndu skálamenninir at smoyggja fjálturin av sær, og tað eydnaðist at minka um munin, tá ið Brian Jacobsen við høvdinum stýrdi innleggi eftir horna í málið. So royndi Skála at leggja trýst á. Tað eydnaðist ikki at skora, men í hinum endanum økti NSÍ um munin til 4-1, tá ið Klæmint A. Olsen spældi Árna Frederiksberg púra blankan.

Klæmint A. Olsen skoraði aftur í evstu løtu, og harvið gjørdi hann hattrikk á Skála.

---

 

LIÐUGT

1-5 

 

1-5: Klæmint A. Olsen

Nú varð orduligt skrædl á Skála. Klæmint A. Olsen hevur skorað fyri triðju ferð í dag, so NSÍ nú er frammanfyri 5-1!

 

90) 1-4 Árni Frederiksberg 88.

NSÍ hevur staðfest sigurin. Hesa ferð var tað Árni Frederiksberg, sum setti bóltin í netið. Skála spenti álopsbogan, og í skjótum mótálopi var tað Klæmint A. Olsen, sum var leysur í høgru og legði bóltin upp á tvørs til Árna Frederiksberg, sum setti bóltin í málið.

 

4 minuttir eru lagdir aftrat.

 

 

Andras Frederiksberg hevur sæð gult fyri at bresta inn í Andras Gango í NSÍ málinum. Andras hevði góðan møguleika, men bólturin stakk ov langt frá honum.

 

80) 1-3

Skála leggur stóra orku í at minka meiri um munin, men higartil hevur tað ikki eydnast.

Holgar Durhuus er farin av vøllinum, og í hansara stað er Helgi á Fríðriksmørk komin inn á Skála miðvøllin.

Hjá NSÍ er Haraldur R. Højgaard komin inn í staðin fyri Jann Martin Mortensen.

 

70) 1-3: Brian Jacobsen 68.

Eftir hornasparksinnlegg úr høgru hevur Brian Jacobsen við høvdinum minkað um munin fyri Skála, so støðan nú er 3-1 til NSÍ.

Beinanvegin eftir málið var um reppið, at Skála skoraði eina ferð aftrat. Skálamenn trúgva upp á tað! 

 

60) 0-3

Bæði liðini hava skift út. Hjá Skála er Petur Pauli Mikkelsen komin inn á vinstra vongverja fyri Róa av Fløtum.

Hjá NSÍ er Meinhard E. Olsen komin á vøllin í staðin fyri miðverjan Per Langgaard. Sjúrður Jacobsen er farin av miðvøllinum og aftur í miðverjuna, og Meinhard Olsen er komin inn á miðvøllin.

 

55) 0-3

Sólin sær á Skála, har NSÍ framvegis heldur tørn um greiðu leiðsluna. Skála hevur viljan, men higartil hava heimamenninir ikki havt tyngdina og broddin, sum skal til, um málmøguleikar og mál skulu spyrjast burturúr.

 

HÁLVLEIKUR

0-3

NSÍ hevur greiða yvirvág, men tað hava ikki verið so nógvir stórir málmøguleikar síðstu løtuna.

Petur Pauli Mikkelsen er ikki í Skála miðverjuni, tí hann var eitt sindur skaðadarvaður eftir fyrsta umfar. Hann er á beinkinum, og nú er hann farin at hita upp.

 

35) 3-0: Magnus Olsen 

Tað gongur skjótt við málskjótingini á Skála. Nú er støðan 3-0 til NSÍ. Andy Olsen er sera eyðsýndur. Nú hevur hann lagt upp til triðja málið í dag. Hesa ferð hælaði hann fikst Magnus Olsen leysan, og av brotssparksblettinum setti miðvallarin bóltin í málið.

 

Tað kundi havt verið heilt øðrvísi, tí tá støðan var 1-0, varð miðvallarin hjá Skála, Jákup Johansen, spældur púra leysur. Hann rann einar 20 metrar fram ímóti málinum, men ólukkutíð fyri hann og Skála, so setti hann bóltin við síðuna av málinum aftanfyri Andras Gango.

 

 

33) 2-0: Klæmint A. Olsen

Tað sær út til, at NSÍ skal hava trý stig við sær yvir um aftur fjørðin.

Á Skála er støðan nú 2-0. Aftur hesa ferð var tað Klæmint A. Olsen, sum skoraði. Hesa ferð var tað við høvdinum, og aftur hesa ferð var tað Andy Olsen, sum legði upp úr vinstru.

 

30) 0-1: Klæmint A. Olsen 9.

NSÍ hevur lagt seg framum á Skála, har bólturin fór á rull klokkan 14.00.

Málskjútti var Klæmint A. Olsen, tá ið 8 minuttir vóru farnir. Andy Olsen legði innfyri úr spískum í høgru, Klæmint stýrdi bóltin ímóti málinum, og hann datt inn um strikuna, eftir at Suni Ernstsson hevði havt hondina á honum.

 

Skála-NSÍ kl. 14.00

Dómari: Rúni Gaardbo

Skála: Suni Ernstsson – Jákup Jacobsen, Teitur R. Joensen, Pætur Dam Jacobsen, Rói av Fløtum - Holgar Durhuus, Andras Frederiksberg, Edvin Jacobsen, Jákup Johansen – Ólavur Mikkelsen, Brian jacobsen 

NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Per Langgaard, Einar á Tróndargjógv, Monrad Holm Jakobsen – Andy Olsen, Magnus Olsen, Sjúrður Jacobsen, Árni Frederiksberg  – Jann Martin Mortensen, Klæmint A. Olsen

 

-----