Um veðrið í dag sigur Veðurstovan, at tað verður frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, seinni lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s. At byrja við skýggjað og eitt skifti regn, men sum frá líður klárnar og sólin kagar fram. Hitin verður millum 4 og 8 stig.
Í morgin, langafríggjadag, verður lot vestan, undir 6 m/s, seinni vaksandi til frískt lot upp í frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Sól av og á og turt fyri tað mesta, og hitin alt samdøgrið verður millum 4 og 9 stig.
Leygardagin: Frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, sól og turt ella eitt skifti támut. Hitin verður millum 5 og 9 stig.
Sunnudagin, páskadag: Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, smáskýggjað og turt ella driv í støðum, um náttina regn vestaneftir. Hitin verður millum 5 og 9 stig.
Mánadagin, 2. páskadag: Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn vestaneftir, seinni turt ella ælaveður. Hitin verður millum 5 og 9 stig.