Sólja og Fridrikka eru nýggjar á liðnum

Í dag er Heidi Sevdal, sum týskvøldið spældi landsdyst nummar 100, á beinkinum frá dystarbyrjan

Nú klokkan 17 verður fyrsta bríksl í HM undankappingardystinum á Tórsvølli. Í dag er Georgia mótstøðuliðið, og tað verður roknað við, at møguleikin er størri at vinna stig í dag, enn hann var, tá ið Føroyar týskvøldið taptu 3-2 á heimavølli móti Grikkalandi, sum hevði greiða leikliga yvirvág.

 

Sammett við liðið, sum byrjaði týskvøldið, so eru tvær broytingar á føroyska liðnum. Onnur er, at Heidi Sevdal ikki er millum tær fyrstu ellivu í dag. Týskvøldið var hon fyrsti føroyski spælarin at røkka 100 landsdystum.

 

Hin broytingin er, at Sólja Ernstdóttir í dag er millum tær fyrstu ellivu. Týskvøldið avloysti hon Heidi Sevdal miðskeiðis í seinna hálvleiki.

 

Í hennara stað hevur venjarin Pætur Clementsen valt Fridrikku Mariu Clementsen. Týskvøldið var hon so mikið skaðadarvað, at hon sat alla tíðina á beinkinum. Fridrikka spælir við íslendska ÍBV.

 

Føroyska liðið í dag: Óluva Allansdóttir Joensen – Teresa Jacobsen, Mona Rasmusardóttir, Birita Ryan, Durita Hummeland, Tórunn Højgaard Joensen – Fridrikka Maria Clementsen, Sanna Svarvadal, Eyðvør Klakstein, Ásla Johannesen – Sólja Ernstdóttir

 

Á beinkinum: Gunnvá Lützen, Eyðgerð Berg, Súsanna Laksáfoss Godtfred, Rakul Sørensen, Sara Shaki Joensen, Julian Naomi Mortensen, Jensa Kannuberg Tórálvsdóttir, Anna Caroline Brændstrup, Tóra Mohr, Rúna Jacobsen, Heidi Sevdal

 

Venjari: Pætur Clementsen