Solskjær gjørdi sigursmálið

Manchester United vann í gjárkvøldið The Battle of Britain, sum dysturin í Champions League ímóti Celtic varð róptur. Celtic kom á odda eftir 20 minuttir, men United svaraði aftur við tveimum málum frá Louis Saha. Celtic javnaði fyri hálvleikssteðgin, men beint eftir steðgin gjørdi norski álopsspælarin Ole Gunnar Solskjær sigursmálið fyri United. Í hinum dystinum í bólkinum spældi FCK og Benfica málleysan javnleik í Parkini.