Soltið hjá rennarunum

Gotland 99: Av teimum trimum føroysku rennarunum, sum vóru í kapping sunnudagin, kundi bert Guttorm Sørensen vera nøkulunda væl nøgdur. Freddie Poulsen megnaði ikki at verja gullmerkið frá Jersey, og Heini Hátún var óheppin

Tríggir føroyskir rennarar vóru á breytini sunnudagin, men tað var so sum so við úrtøkuni. Guttorm Sørensen stóð seg best við at fáa eitt sjeynda pláss í 10.000 metra renningini. Tíðin hjá honum var 34 minuttir og 25 sekund. Guttorm var sera móður aftan á teir 10 kilometrarnar, men hann var nøgdur við úrslitið. Kim Godtfredsen av Grønlandi vann sum væntað kappingina.

Á Jersey í 1997 vann Freddie Poulsen rættiliga óvæntað gull í 800 metra renningini. Tí vóru hampuligar vónir um, at hann kundi fáa eitt rímiliga gott úrslit aftur hesaferð.

Men tað varð skjótt greitt, at tað ikki fór at eydnast væl hjá honum hesaferð. Í kvalifikatiónsrenningini dragnaði hann rættiliga skjótt, og hann fór um málið sum nummar sjey av átta. Eftirsum bert fýra teir fremstu komu víðari, var leikluturin hjá Freddie liðugur á hesum sinni. Tíðin hjá honum var 2.06,76, og tá vit hyggja at tíðini hjá fjórðbesta rennaranum, sum var 1.58,85, sæst, at Freddie var rættiliga langt frá fýra teimum ovastu plássunum.

Heini Hátún er ikki heilt so kendur sum hinir báðir nevndu, men eisini hann vóru hampuligar vónir til á 200 metrum. Tað sá eisini rættiliga gott út í kvalifikatiónsrenningini, men tíverri var hann so óheppin at detta, tá píkaskógvurin stóð fastur í breytini. Heini endaði á fimta og aftasta plássi við tíðini 29,03 sekund.

Ein óheppin dagur hjá føroysku rennarunum, sum kortini fáa ein nýggjan møguleika seinni. Í gjár var finala í kúluvarpi hjá monnum, og har var Heini Hátún við. Tað verður hann eisini í morgin, tá runnir verða 100 metrar.

Guttorm Sørensen verður við í hálvum maraton hósdagin saman við Sunnuvá Bjarnastein, Rigmor N. Joensen og Sølva R. Hansen. Í gjár var 3.000 metur forðarenning á skránni, og eftir ætlan skuldu Guttorm og Sølvi eisini luttaka har.