Tað var tann tíð, tá ið EB/Streymur aftur og aftur fór úr Klaksvík við stigum og sigrum. Men nú er tað nakað síðani.
Í kvøld klokkan 19 skulu Jákup Martin Joensen og hansara menn í EB/Streymi royna seg í Klaksvík.
Tá ið EB/Streymur var upp á tað besta og vann FM í 2008 og 2012 og fleiri steypafinalur, vunnu Sundalagsmenn fleiri landskappingardystir í Klaksvík.
Síðsti EB/Streyma sigurin har norðuri var í 2012 (3-1). Í 2013 endaði tað 1-1 og 3-3. Síðani hevur KÍ níggju ferðir havt vitjan av EB/Streymi, sum einki stig hevur vunnið. Málmunurin hesar ferðirnar er 31-3 til fyrimunar fyri KÍ.
Hjá EB/Streymi eru Arnbjørn Hansen, sum ofta hevur spælt klaksvíkingum puss, og Poul G. Olsen skaddir. Tað er ivasamt, um miðverjin Bjarni Petersen og Tóki H. Johannesen eru førir fyri at spæla íkvøld.
Hjá KÍ er Óli Eyðsteinsson Poulsen langtíðarskaddur. Ólavur Niclasen er skaðadarvaður, og tað er ivasamt, um hann er førur fyri at spæla.
Miðverjin Jesper Brinck er tøkur aftur eftir heilaskjálvta.
Tað er væl hugsandi, at onkrar broytingar vera á KÍ liðnum sammett við liðið, sum vann 4-1 í Fuglafirði. Eitt nú kann hugsast, at Jonn Johannesen fer at eiga størri leiklut og kanska eisini Steinbjørn Olsen.
KÍ – EB/Streymur: Bjarki Danielsen kl. 19.00.