Soluna víðari til finaluna í Melodi Grand Prix

Danska Grand Prix gentan, Soluna Samay, megnaði í kvøld at syngja seg víðari til finaluna í Melodi Grand Prix.

 

Frammanundan hevði tann 21 ára gamla songkvinnan ein góðan kenslu í kroppinum, áðrenn semifinalan í kvøld, sum var í aserbadjanska høvuðsstaðnum Baku byrjaði.

 

Men kortini vita danskir miðlar at siga, at fjáltur var á ungu songkvinnuni, áðrenn hon trein á pallin.

 

- Eg eri brádliga byrja at blíva fjálturstungin, segði hon við bt.dk mánadagin.

 

Hetta segði hon var orsaka av, at hon brádliga hevði varnast, at nú var stóri dagurin fyri framman.

 

Hon umboðaði Danmark við lagnum “Should have known better”. Tað eru teir báðir Remee, sum vit kenna frá X-Factor, og Cheif 1, sum eitt nú hevur verið umboðsmaður hjá The Dreams, sum hava gjørt lagið.

 

Í alt eru 26 lond umboðaði í kappingini. Umframt Danmark komu Rumenin, Moldova, Ísland, Ungarn, Albania, Kypern, Grikkaland, Russland og Írland í kvøld víðari til finaluna.

 

Hetta veit bt.dk