Sólvit vrakaði stýrið hjá Elsebeth

Landsstýrismaðurin væntar, at meira skil kemur í nú, hann hevur valt nýtt stýri í Bústøðum

Stýrið í Bústøðum hevur ikki virkað serliga væl, og tí var eingin framdrift, sigur landsstýrismaðurin, sum greiðir fyrrverandi landsstýriskvinnuni frá, hví hann vrakaði hennara stýri í Búrstøðum

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum um jóltíðir legði frá sær sum landsstýriskvinna í orrustini um at fáa Anniku Olsen úr Løgtinginum, hevur sett nýggja landsstýrismanninum í sessi henna spurningar um Bústaðir.

 

Hon hevur sett hon átta spurningar í einum grein 52 fyrispurningi:

 

1. Nær kemur verulig ferð á íbúðarbyggingina hjá Bústøðum?

 

2. Hvørjar byggiverkætlanir eru í gongd?

 

3. Av hesum, hvørjar byggiverkætlanir eru settar í gongd við nýggju fíggingarheimildini?

 

4. Hvørjar byggiverkætlanir eru ávegis saman við øðrum íleggjarum?

 

5. Hvørjar byggiverkætlanir eru ávegis til serligar málbólkar í samstarvi við Almannaverkið?

 

6. Manglar stjórin fyri Húsalánsgrunnin nakra heimild frá stýrinum fyri at fáa gongd á bygging saman við øðrum íleggjarum?

 

7. Manglar stjórin fyri Húsalánsgrunnin nakra heimild frá stýrinum fyri at fara í gongd við

 

bygging av bústøðum fyri serligar málbólkar (fyri Almannaverkið)?

 

8. Verða byggiverkætlanir bodnar út soleiðis, at øll kunnu bjóða upp á arbeiði fyri Bústaðir?

 

Sólvit Nolsø svarar, til fyrsta spurningin, at fleiri verkætlanir eru í gongd, og fleiri verkætlanir verða fyrireikaðar.

 

– Stýrið, sum varð sett av undanfarna landsstýrismanni, hevur tíverri ikki virkað serliga væl, og hevur ikki fingið tað av skafti, sum ynskiligt kundi verið. Av tí sama hevur framdriftin í virkseminum hjá Bústøðum ikki verið so stór, sum ein kundi ynskt sær.

 

– Eg avgjørdi tí at seta eitt nýtt stýri, ikki minst við tí fyri eyga at fáa størri framdrift í íbúðabyggingina, og tað havi eg sera góðar vónir um fer at eydnast.

 

Síðani vísir hann á tær byggiverkætlanir, sum eru í gongd:

 

- Sandavágur, Við Steigarbrekku 5 íbúðir

 

- Vestmanna 7 íbúðir

 

- Tórshavn, Óðinshædd II, Byggistig 2 20 íbúðir

 

- Tórshavn, Óðinshædd II, Byggistig 3 20 íbúðir

 

- Tórshavn, Óðinshædd II, Byggistig 4 19 íbúðir

 

- Tórshavn, Blómubrekka/Berjabrekka, Byggistig 1 10 íbúðir

 

- Tórshavn, Blómubrekka/Berjabrekka, Byggistig 2 16 íbuðir

 

- Tórshavn, Blómubrekka/Berjabrekka, Byggistig 3, (Almannaverkið ávísir) 12 íbúðir

 

- Tórshavn, Heimasta Horn II 22 íbúðir

 

- Vágur, Á Mýrum 6 lutaíbúðir

 

- Tvøroyri, Heiðatrøðin II 8 íbúðir

 

Men enn er eingin avtala við lánsveitarar um víðari fígging, sambært løgtingslóg nr. 34 frá 26. mars 2021, komin endaligt uppá pláss.

 

– Men nú nýtt stýri er valt, vænti eg at gongd kemur á byggiverkætlanir eftir hesum leisti, sigur Sólvit Nolsø.

 

Til spuring 4 svarar hann, at fleiri verkætlanir, sum eru undir fyrireiking, skulu eftir ætlan bjóðast øðrum íleggjarum at luttaka í eisini.

 

– Talan er m.a. um størri verkætlanir í Tórshavn, í Norðragøtu, í Klaksvík, í Vágum, umframt nakrar smærri verkætlanir.

 

Í fimta spurningi verður spurt um verkætlanir við serligum málbólkum í sambandi við Almannaverkið. Til tað sigur landsstýrismaðurin, at ein verkætlan við 12 íbúðum á Blómubrekku í Tórshavn er í gerð í samstarvi við Almannaverkið og Sinnisbata. Harumframt er farið undir verkætlanir at byggja búfelagsskapir á Toftum, á Strondum og møguliga í Vágum.

 

Fyrrverandi landsstýriskvinnan spyr eisini, um stjórin í Bústøðum manglar nakra heimild frá stýrinum fyri at fáa gongd á bygging saman við øðrum íleggjarum. Til tað sigur landsstýrismaðurin, at avgerð um at fara í holt við bygging saman við øðrum íleggjarum, verður tikin av stýrinum, eftir tilmæli frá stjóranum.

 

– Nú nýtt stýri er sett, kemur væntandi gongd á bygging eftir hesum leisti, sigur Sólvit Nolsø.

 

Hann sigur víðari, at avgerð um at fara í holt við bygging av bústøðum fyri serligar málbólkar, verður tikin av stýrinum, eftir tilmæli frá stjóranum, og í samráð við Almannaverkið og Almannamálaráðið.

 

Í síðsta spurninginum spyr landsstýriskvinnan, um byggiverkætlanir hjá Bústøðum verða bodnar út soleiðis, at øll kunnu bjóða upp á arbeiði fyri Bústaðir.

 

Til tað svarar landsstýrismaðurin, at Bústaðir hava framt 30 verkætlanir higartil við umleið 20 ymiskum høvuðsarbeiðstakarum og einum stórum tali av ráðgevum, undirveitarum og øðrum.

 

– Í flestu førum hevur verið talan um undirhondsboð frá í mesta lagi tveimum arbeiðstakarum, meðan innboðin lisititatión og alment útboð bert hevur verið roynt í einstøkum førum, sigur Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum.